Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mælt Kára frá at leggja uppskotið fram

John William Joensen

Høgni Hoydal sigur at Tjóðveldisflokkurin fer ikki at atkvøða fyri misálits uppskotinum

– Skal eg siga sum er so fekk eg at vita um uppskotið á einari almennari móttøku í morgun.

– Tá greiddi Kári mær frá at uppskotið um misálit var á veg.

– Eg mælti honum frá at leggja uppskotið fram og eg kann siga at Tjóðveldisflokkurin fer ikki at atkvøða fyri.

– Eg mælti honum heldur til at seta ein kanningarstjóra sum kundi lýst hetta og onnur mál sum vit síðani kundi tikið avgerð út frá.



Bítt av Kára

– Við at leggja uppskotið fram um misálti hevur formaðurin í nevndini sett ein kíla í alt arbeiði hjá nevndini tí tá ein tapur eina slíka atkvøðu greiðslu so hevur Kári P. Højgaard verið við til at blástempla alt tað sum er farið fram í hesum málinum og harvið eisini forða fyri at nakað positivt hendir.