Í tíðindaskrivið boðar Kári P. Højgaard frá at hann hevur trekt seg sum lim í landsstýrismálanevndini
Fráboðan til løgtingsformannin
Landstýrismálanevndin hevur viðgjørt eitt mál um keyp og sølu av fiskiførum.
Nevndin metti, at eftirkanningin hjá Fiskimálaráðnum av eigara- og avgerðarættindum í sambandi við, at skip skifta eigara, ikki er egnað at veita trygd fyri, at reglurnar í § 7 í lógini um vinnuligan fiskiskap eru hildnar.
Somuleiðis metti Landstýrismálanevndin, at landstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur skúgvað til viks sína skyldu sambært lógini um vinnuligan fiskiskap § 7, stk. 6 at áseta treytir, ið kunnu tryggja, at endamálið við lógini verður nátt.
Grundað á hesar niðurstøður, kendi eg tað sum mína skyldu, at seta fram uppskot um missálit, móti Bjørn Kalsø landstýrismanni.
Eftir atkvøðugreiðsluna kann eg so staðfesta, at ein greiður meiriluti av Løgtinginum, í dag hevur givið Landstýrismanninum eina álitisváttan, í umsitingini av keyp og sølu av fiskiloyvum.
Mín sannføring er, at kom ein parlamentarisk nevnd í einum av grannalondunum við eini niðurstøðu um embætisførsluna hjá einum ministara líknandi hesari, hevði hann neyvan sitið í sessinum vikuna út.
Eg taki tí avleiðingarnar av niðurstøðuni, sum Løgtingið í dag er komin til, og skal boða frá, at eg ynski at sleppa frá sum limur í landsstýrimálanevndini og heiti tí á formansskapin um at virka fyri at nevndirnar verða valdar av nýggjum. Eg sigi meg tó frá sum formann í landsstýrismálanevndini beinanvegin. Formansval verður tí sett á skrá til næsta fund í landsstýrismálanevndini.
Virðingarmest
Kári P. Højgaard
løgtingsmaður




