Av tí at veðrið ikki var av tí besta, og at trupulleikar vóru við tí eina stabilisatorinum, so var avgjørt at leggja at í Ánunum.
Í Ánunum leggur skipið við stýriborðssíðu til bryggjuna, og tí fingu menn lættari arbeitt við tanganum í bakborði. Orsøkin til at skipið seint seinnapartin lá á stýriborð var, at teir høvdu pumpa uppí annan tangan, soleiðis at lættari var at arbeiða uppá tangan í bakborðssíðu.
Eftir ætlan verður tekniski trupulleikin loystur í kvøld, soleiðis at Norrøna kann fara avstað.
Eftir ætlan verður loyst á midnátt. Við komandi túrin fara um 200 ferðafólk og 50 trailarar.




