Fiskimenn eru fyri vanbýti tá ið um almennar nevndir ræður, sigur Jan Højgaard, valevni til formansvalið í Føroya Fiskimannafelag:
Diskrimination av fiskimonnum
Tá almennar nevndir verða valdar út, er ongantíð nakar fiskimaður uppí hesum nevndum. Hetta er í sær sjálvum at gera mismun á fólki, og er ósambærligt í einum fólkaræði. Tað er eisini sera ræðandi, at tey, sum manna hesar nevndir, í tíð og ótíð, koma við útsagnum, sum kunnu tulkast sum ein funtamentalistiskur hatur til fiskimenn.
Hesar nevndir koma við tilmælum, ið eru sera trongskygd. Men tað í sær sjálvum er ikki so løgið; tí far vit at hyggja eftir hvør mannar hesar nevndir, so er tað fólk, ið so at siga ikki vita hvat tað er at arbeiða sum verkafólk. Tey kenna ikki til tað dagliga stríði, sum eitt nú fiskimaðurin útinnir. Hesi fólk eru borin á lógvum alt lívið, og sær tað út til, at tey ikki vita hvar pengarnir koma frá. Hesi fólk hava, í nógvum førum tikið sína útbúgving á tí vit kalla “hægri lærustovnum” í Danmark. Men støði er so lágt, at sjálvt fólk úr u-londum, hava kalla teir næmingar heim aftur, og kravt goldna peningin aftur.
Hesi fólk klára ikki at forsyrgja sær sjálvum, og tíansheldur nøkrum øðrum. Tað hevði tí verði uppá tíðina, at eitt nú fiskimenn komu inn í hesar nevndir, so teir kundu vaksið um sjónarringin í hesum nevndum. Hetta eigur at verða tikið til eftirtektar, tí tað er eisini ein partur av fólkaræðnum, at allir partar eru umboðaðir.
Jan Højgaard




