Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýtt neyst

Oliver Joensen

Í gjár var veitsla í samband við, at neystið hjá Árnafjarðar Róðrarfelag var tikið í nýtslu

Tá nýggja neystið hjá Árnafjarðar Róðrarfelag í gjár var tikið í nýtslu vóru nógvir av teimum gomlu, sum róðu fyri felagið í 60unum við. Árini 1966, 1967 og 1968 vóru teir FM – meistarar við 8 mannafarinum, Árnfirðingurin. Hetta setti sín serstaka dám á hátíðarhaldi, serliga tá greitt var frá ymiskum forvitnisligum sum teir mintust aftur á. Árnfirðingur, kunnu vit líka leggja afturat, var tað fyrsta 8 mannafarið, sum vann tey trý fyrstu FM-heiti á rað.

Árnafjarðar Róðrarfelag var stovnað í 1964 tá árnfirðingar seg saman at manna ein bát, fyri at royna seg í kappróðri. Seinni datt virksemi í felagnum niður fyri, men í fjør tann 6. apríl tóku menn stig til at endurstovnað felagið.

Formaðurin í Árnafjarðar Róðrarfelag, Atli S. Justinusen, sigur, at teir eru sera fegnir um tað nýggja neystið, sum er 15 x12 m í tveimum hæddum.

    Við hesum verða umstøður at rógva kapp í Árnafirði munandi betur. Umframt sjálvan bygningin, hava vit eisini venjingarútgerð fyri millum 150 – 200.000 kr, sigur Atli.

Í løtuni verður eitt nýtt 8 mannafar bygt til felagið, sum verður klárt at rógva við til komandi kappingarár. Eisini byggir felagið eitt nýtt 5 mannafar, men tað verður ikki klárt at taka í nýtslu fyrr enn til kappingarárið 2008.

Harleyfacadeacryl