Menningarstovan skipar saman við Vinnuhúsinum, Løgmansskrivstovuni og Íslendska Útflutningsráðnum fyri vinnuferð til Íslands.
Vinnuferð til Íslands Menningarstovan skipar saman við Vinnuhúsinum, Løgmansskrivstovui og Íslendska Útflutningsráðnum fyri vinnuferð til Íslands. Nú er møguleiki fyri tilmelding til vinnuferðina til Íslands, sum Menningarstovan skipar fyri saman við Vinnuhúsinum, Løgmansskrivstovuni og Íslendska Útflutningsráðnum.
Tilmeldingin fer fram á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum adressa: http://www.industry.fo og har eru eisini fleiri upplýsingar um ferðina at finna. Løgmaður stendur á odda fyri handilsferðini og Vinnumálaráðharrin er við. Farið verður úr Føroyum við leiguflogfari kl. 11:00, 31. Januar 2007.
Skrá fyri Ferðina
Í løtuni verður skráin snikkað til, og hon verður neyvan heilt liðug fyrr enn um miðjan januar. Atlanin er at skipa fyri virkisvitjanum, kunningarfundum, B2B-fundum, ráðstevnu og PR-tiltaki.
Mikudagur, 31. Januar – farið verður á virkisvitjanir í bólkum: 1. Fyrsti bólkur far svar á spurningin: Hvussu virkar íslendski marknaðurin fyri detailhandil, matstovur, ol.? Farið verður til Kópavog, har ma. verður vitjað í Smáralind og oðrum detailhandlum í okinum. Greitt verður frá atlanunum við ma. hesum øki og í Íslandi generelt. Hvør er íslendski kundin, og hvørjar møguleikar hava útlendskir og føroyskir detailhandlar í Íslandi?
2. Annar bólkur fer til Keflavíkar og far nøkur boð uppá, hvørjar møguleikar Føroyar kunnu hava við at nýta góða løgistikkin millum Ísland og USA. Nýskapandi íslendsk virki greiða frá teirra altjóða virksemi. Roynt verður at fáa virki baði við og uttan vertikala integrering í fiskivinnuni at greiða frá teirra altjóða strategi. Farið verður eisini meiri inn á nýggja tøkni so sum Superchilling og royndir av tí í íslendsku fiskivinnuni.
Hósdagin 1. februar: Ráðstevna fyri føroyskar og íslendskar fyritøkur: Hvussu síggja føroyingar Ísland? Hvussu síggja íslendingar Forøyar? Er Ísland eitt sera protektionistiskt land? Síggja íslendingar Føroyskar fyritøkur sum eina hóttan? Eftir ráðstevnuna verður møguleiki fyri at hava beinleiðis business-to-business fundir við íslendskar fyritøkur. Fyri at fáa hesar fundir í lag er neyðugt at ein profilur av foroyskari fyritøku verður lagdur á heimasíðu í Íslandi. Íslendskar fyritøkur melda seg til fundir, um profilurin er nóg áhugaverdur fyri tær. Seinnapartin verður møguleiki fyri at hava egnar fundir, sum fyritøkur sjálvar hava fyriskipað. Møguleikar verða eisini fyri at vera við á almennum vitjanum á íslendskum fyritøkum.
Fríggjamorgunin 2. februar: Íslendskar fyritøkur og fjølmiðlar verða boðin til føroyskan brunch. Ein forvitnislig vitjan ella tiltak verður eisini á skránni áðrenn fráferð heimaftur til Føroya kl. 13:45 sama dag. Luttøkugjald og aðrir upplýsingar um ferðina eru at finna á www.industry.fo. Seinasta freist fyri tilmelding er 4. Januar 2007.
Avmarkað pláss!




