Mest vinnandi kvinnufótbóltsliðið hjá KÍ kann vænta sær harða mótstøðu í ár. Venjarin hjá KÍ-kvinnunum í mong ár, skal venja eiðiskvinnurnar í ár.
Sambært heimasíðuni hjá EB/Streymi, er Jón Harald Poulsen settur sum venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá EB/Streymi í 2007.
Jón Harald eigur sín stóra leiklut í samanhaldinum á besta kvinnuliðnum hjá KÍ og hevur hollar royndir sum venjari.
Spennandi verður at síggja hvat Jón Harald fer at fáa burturúr á Eiði, og ikki minst verður spennandi at frætta hvør verður venjari hjá KÍ kvinnunum.




