Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsta íverksetarahús í Føroyum

John William Joensen

Íverksetarahúsið, ið nú er veruleiki, húsast á ovastu hædd í hølunum hjá Klaksvíkar kommunu har Granskingardepilin eisini heldur til.

Føroya landsstýrið hevur útgivið eina vinnupolitiska ætlan, har fyrsta ítøkiliga stigið er stovnanin av fyrsta íversetarahúsinum í Føroyum – nevniliga íverksetarahúsinum í Klaksvík.



Styrkja íverksetarar

Íverksetan verður mett, at hava stóran týdning fyri menning og framtakssinni í vinnulívinum, og tí er tað at fegnast um at ítøkilig stig eru tikin til at seta íverksetarahúsið á stovn.

Rani Nolsøe, leiðari á Íverksetarahúsinum, sigur, “vit halda tað er gott at landsstýrið peikar uppá íverksetan sum eitt sentral fenomen í vinnupolitiskum høpi. Vit hava arbeitt við hesum konseptinum í meir enn eitt hálvt ár. Fyrireikingarnar hava verið í tøttum samstarvi millum menningardeildina hjá Klaksvíkar kommunu, Klaksvíkar kommunu, vinnulívsráðið og vinnulívið í Klaksvík og Birc Estate í Herning.



Fyri at tryggja sær eitt høgt fakligt støði frá byrjan av, samstarvar Íverksetarahúsið beinleiðis við World class vinnuhúsið í Birc Estate í Herning.

“Endamálið við íverksetarahúsinum er at styrkja íverksetarar við íverksetaraskeiðum á høgum fakligum og inspirerandi støði, og at bjóða íverksetarum við lovandi virkisætlanum at byrja sínar fyritøkur í leigaðum hølum í tí nýskapandi umhvørvinum í Íverksetarahúsinum,” sigur Rani Nolsøe.

Fíggingin av íverksetarahúsinum kemur frá Klaksvíkar kommunu, Eik bank og Vinnumálaráðnum.

Íverksetarahúsið er í fyrstu atløgu ein trý ára verkætlan, sum skal geva okkum týdningarmikla vitan um hetta er ein máti at gera tingini uppá. Samlaði fíggjarkarmurin fyri hesi trý árini liggur um 4,5 mio kr. Umframt íverksetaravirskemið, heldur Rani Nolsøe fram við at arbeiða í menningardeildini hjá Klaksvíkar kommunu.



Íverksetanarkvøld

Fyrsta ítøkiliga tiltakið, sum Íverksetanarhúsið skipar fyri, verður nú komandi mánadag. Til hetta fyrsta íverksetarakvøldið, ið verður hildið í Atlantis, verður borðreitt við einari sera spennandi og fjølbroyttari skrá.

Á skránni er m.a. vælkomstheilsa frá borgarstjóranum, har hann bjóðar øllum vælkomnum til kvøldið undir yvirskriftini, ‘ Vælkomin til Klaksvíkar – til íverksetan í Føroyum’. Bjarni Djuurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, heldur røðu undir heitinum ‘Hvat vil landsstýrið við íverksetan?’ Rani Nolsøe lýsir nýggja Íverksetarahúsið í Klaksvík; Jens Ravn, chefkonsulentur, tosar um ‘Um íverksetan í topp trimmaða íverksetarahúsinum Birc Estate í Herning’; Eik Bank hevur eina framløgu undir heitinum ‘Um váðafúsan íverksetarakapital í Føroyum’ og Søren Ejlersen, íverksetari og stjóri í Årstiderne, tosar um ‘Eina rimmar successøgu um íverksetan’.

Til hetta kvøldið eru eitt nú boðin umboð fyri vinnulívið í Føroyum, Vinnuhúsið og íverksetarar. Lærarar á skúlum sum arbeiða við íverksetan eru eisini millum innbodnu gestirnar.



Fyrsta skeiðið

Fyrsta skeiðið, sum Íverksetanarhúsið skipar fyri, fer longu av bakkastokki mánadagin 22. januar, tá m.a. Regin Dalsgarð fer at greiða frá, hvussu hann gjørdi, tá hann setti á stovn fyritøkuna Shiny Wheels, Isuus. Skeiðið verður í fimm modulum, sum hvørt í sínum lagi tekur upp ymisk grundleggjandi viðurskifti, ið hava samband við íverksetan og stovnsetan av egnum virki. Evnini fevna eitt nú um markna, kapping, persónliga sølu, fíggjarmøguleikar og virkisætlanir. Eisini verður nomið við sálarlig viðurskifti, ið hava stóran týdning í samband við at trúgva uppá hugskotið ein hevur fingið.



Rani Nolsøe sigur, at hann er sera fegin um at ætlanirnar um ein íverksetanardepil, ið hann hevur arbeitt við í longri tíð nú eru vorðnar veruleiki. “Eg rokni við” sigur hann, “at týðandi kunnleiki fast við hesi trý ára verkætlan og vóni eg, at peningurin sum partarnir hava játtað, umframt íløgurnar sum Klaksvíkar kommuna longu hevur gjørt í bygningin, koma at stimbra undir íverksetan ikki bert í Klaksvík men í øllum landinum.”