Á Handilsskúlanum á Kambsdali verður í vár farið undir Akademiútbúgving.
Í fyrstu syftu verður tað lærugreinin vinnubúskapur, sum er partur av breytini Búskapur og tilfeingi, sum verður boðin út. Umsóknarfreistin er 26. januar.
Akademiútbúgvignin – stytt AÚ – er til tey, sum hava fulltíðarstarv og fegin vilja hava eina framhaldandi útbúgving. Útbúgvingin er liðilig og kann tískil lagast til starv, ynskir og tørv annars.
Útbúgvingin á høgum stigi
Akademiútbúgvingin er stigmett sambært europeisku ECTS skipanini, ið er skipanin allir hægri lærustovnar brúka. Hvørt modul ella lærugrein á Akademiútbúgvingini telur 10 ECTS. Um tú tekur eitt modul hvørja lestrarhálvu, er útbúgvingin lokin eftir 3 ár. Um tú ynskir tað, ber tó til at leingja ella stytta um lestrartíðina.
Eina útbúgving ella stakar lærugreinir?
Á Akademiútbúgvingini eru 6 modulir – 4 lærugreinir, sergrein og endalig verkætlan. Hvørt modul tekur eina lestrarhálvu. Til ber at taka alla útbúgvingina – ella eitt modul, sum tú hevur tørv á.
Valmøguleikar
Velur tú at taka alla Akademiútbúgvingina, eru ymiskar breytir at velja ímillum. Á Føroya Handilsskúla á Kambsdali verður nú farið undir breytina ”Búskapur og Tilfeingi” og og seinni er ætlanin at víðka um útboðið. Á hvørjari breyt eru millum 2-3 kravdar lærugreinir og millum 1-2 vallærugreinir – tilsamans 4 lærugreinir. Felags fyri allar breytirnar er, at lesandi síðani gera sergrein og endaliga verkætlan.
Hvør lesur á Akademiútbúgvingi
Akademiútbúgvingin vendir sær bæði til ung, sum hava miðnámsútbúgving og nakað av royndum, og til vaksin í vinnu. Akademiútbúgvingin vendir sær til fólk, sum arbeiða í privatum og almennum virkjum eins og tey, sum arbeiða í almennum stovnum.
Um tygum tørvar fleiri upplýsingar so kunnu hesar heintast á www.fhk.fo ella við at seta seg í samband við skúlan.




