Unglingaliðið hjá Klaksvíkar Talvfelag (KTF) lagt seg á odda í liðkappingini við 16 stigum
Eftir ein 4-0 stórsigur á Havnar Telvingarfelag (HT) seinasta vikuskiftið hevur unglingaliðið hjá Klaksvíkar Talvfelag (KTF) lagt seg á odda í liðkappingini við 16 stigum, meðan Sandavágur á øðrumplássi hevur 15 stig, nú liðini hava telvað 5 dystir í part.
Hóast unglingaliðið hjá Havnar Telvingarfelag (HT) er annað av botnliðunum í deildini, so var tað eitt sera hugaligt úrslit at frætta, at tey ungu hjá Klaksvíkar Talvfelag (KTF) høvdu vunnið stórsigur ímóti HT í Skákinum síðsta vikuskiftið.
Teir 4 á liðnum hjá KTF vóru Dánjal P. Jacobsen, Danny Baldursson, Einar Gregersen og Heðin Gregersen, sum altso allir vunnu síni talv.
Støðan í liðkappingini:
Nr. 1 KTF
Nr. 2 ST
Nr. 3 Rókur
Nr. 4 HT
Nr. 5 Skopun
Úrslitini í 6. umfari:
KTF – HT 4-0
Dánjal Petur Jacobsen – Rúni T. Jacobsen 1-0
Danny Baldursson – Dánjal K. Hansen 1-0
Einar Gregersen – Sára T. Olsen 1-0
Heðin Gregersen – Eydna Andreasen 1-0
Skopun – Rókur 0-4




