Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hýrurin góður umborð á Atlantic Navigator

Oliver Joensen

Tað gongur væl við fiskarínum og ígjár fingu teir 132 tons niður, tað er størsti dagurin hjá teimum nakrantíð.

Veðrið vestanfyri Írlandi, har teir royna í løtuni er av tí allarbesta. Atlantic Navigator fór av Klaksvík 3. januar og teir hava nú fingið 800 tons av surimi og 200 tons av mjøli í lastina.

Svartkjafturin er í góðum standi fyri tíðina, so hugaligt er við fiskarínum í løtuni.

Tey lata øll heilsa heima og siga, at tey øll hava tað gott.