Jógvan við Keldu valdur sum føroyskt umboð í Mentanargrunn Norðurlandaráðsins fyri tíðarskeiðið 2007 – 2008
Á ársfundi Norðurlandaráðsins í 2006 varð Jógvan við Keldu valdur sum føroyskt umboð í Mentanargrunn Norðurlandaráðsins fyri tíðarskeiðið 2007 – 2008. Kári P. Højgaard varð valdur sum varamaður.
Jógvan við Keldu hevur áður sitið í stýrinum fyri Mentanargrunni Norðurlandaráðsins og varð valdur í 2002 fyri tíðarskeiðið 2003 – 2004. Jógvan við Keldu sat tó ikki alt tíðarskeiðið tá, tí hann gjørdist landsstýrismaður í 2004, og tók tá Óli Breckmann yvir sessin.
Í tíðarskeiðnum 2005 – 2006 hevur Jóannes Dalsgaard, deildarstjóri í Mentamálaráðnum, sitið í stýrinum fyri Mentanargrunn Norðurlandaráðsins.
Mentanargrunnur Norðurlandaráðsins er settur á stovn við sáttmála millum limalondini í Norðurlandaráðnum. Hesin sáttmáli varð undirskrivaður í 1966 og grunnurin fór undir virksemi sítt 1. juli 1967.
Endamálið hjá Mentanargrunni Norðurlandaráðsins er at fremja mentanarligt samstarv millum Danmark, Finnland, Ísland, Noregi og Svøríki, og Føroyar, Grønland og Áland. Mentanargrunnurin býtir út árliga 25 mió.kr. til at stuðla mentanartiltøkum. Treytin er, at hesi tiltøk skulu umfata í minsta lagi trý norðurlendsk lond.
19. februar 2007 hevur Mentanargrunnur Norðurlandaráðsins fund, og fer Jógvan við Keldu tá at luttaka.




