Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Donsk umsiting “dømdi” stýrisformannin í Kringvarpinum

John William Joensen

Nóg mikið er helst sagt og skrivað um gegni í hesum døgum. Ivi var, og er framvegis sáddur um gegni hjá einstøkum limum í kringvarpsnevndini. Meðan føroyska fyrisitingin hevur staðfest, at gegni hjá t.d. Páll Isholm og Kristinu Samuelsen er í lagi, er Jógvan Páll Lassen framvegis sannførdur um, at hetta er skeivt og vísir til danska siðvenju.

Tað løgna í øllum gegnisrokinum er, at grannskoðaragegni hjá Símuni Absalonsen als ikki hevur fingið veruliga viðgerð frá føroyskari fyrisiting, hóast lógin er føroysk. Skráseting Føroya sendi málið til Erhvervs- og selskabsstyrrelsen í Danmark, sum tulkaði málið eftir strangari danskari siðvenju. Skráseting Føroya velur síðani, at brúka gegnissiðvenju úr einum landi við fleiri enn 5.000.000 íbúgvum til okkara lítla samfelag. Júst í einum gegnismáli átti føroysk fyrisiting av havt eina sjálvstøðuga støðu. 

Hetta er føroysk fyrisiting tá hon er best og stuttligast. Summi verða fríkend eftir føroyskum leisti, onnur verða avrættað eftir donskum leisti. Tað mest skemtiliga er útmeldingin frá tjóðveldisflokkinum. Teir finnast at mentamálaráðnum, men síggja einki løgið í, at vinnumálaráðið letur “móðurlandið” taka avgerðir fyri okkum í gengismálum.



JWJ

Harleyfacadeacryl