Fyrireikararnir av Summar Festivalinum avdúkaðu í morgun, at eingin minni enn heimskendi rockbólkurin Scorpions verður høvuðsnavn á Summar Festivalinum í ár
Tað var ikki nøkur smávegis avdúking, sum Summar Festivalurin kom við í morgun. Rockbólkurin Scorpions verður høvuðsnavn á festivalinum í summar, og hetta er nógv tað størsta navnið, sum nakrantíð hevur spælt til ein føroyskan festival.
– Scorpions er ein risi í altjóða rocktónleiki, teir hava spælt á nøkrum av heimsins størstu konsertum, og teir hava sangir, sum fólk flest kenna. Hetta er eitt ordans scoop fyri Summar Festivalin, og vit eru sera stoltir av, at tað hevur eydnast okkum at fáa ein slíkan bólk hendanvegin at spæla, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyrireikarunum.
Scorpions er eitt stórt navn í altjóða rocktónleiki. Teir hava spælt á heimsins størstu konsertum saman við heimsins størstu bólkum, og teir hava selt milliónir og aftur milliónir eintøk av sínum útgávum.
Á konsertum í Rio De Janeiro, Japan, USA og Moskva hava teir spælt fyri áhoyrarafjøldum, sum hava verið upp í eina hálva millión fólk til støddar. Teir hava spæla til konsertir saman við bólkum sum Queen, Bon Jovi, Def Leppard, Ozzy Osbourne, Whitensnake, AC/DC, Iron Maiden og Metallica. Og so hava teir hittini, sum næstan eru endaleys, og sum eru komin í hvønn krók í heiminum.
Wind Of Change, Rock You Like A Hurricane, No One Like You, Still Lovin’ You, Holiday og Send Me An Angel eru nakrir av teirra kendastu sangir, og allir hesir verða uttan iva at hoyra í Klaksvík í august.




