Fyrilesturin hjá Asger Fredslund frá Sirius Patruljuni, sum Norðoya Sparikassi fyriskipaði í Ítróttarhøllini í Runavík var sera væl eydnaður.
Hóast fyrilesturin hjá Asger Fredslund vardi í heilar 90 minuttir, so má sigast at hann dugdi sera væl at vera somikið fløltáttaður, at tú lurtaði, um eg so má siga, til seinasta brígsl.
Asger Fredslund dugdi væl at tvinna saman tað skemtiliga, tað triviella og ikki minst tað læruríka, sum lá í uppliving hansara í norður og eysturgrønlandi á patruljuferð við kendu Sirius Patruljuni.
Eisini undirhaldið , har Hanus G Johansen var høvuðsnavnið, hóskaði sera væl til kvøldið.




