Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Visjónstorg í Klaksvík

John William Joensen

Mánadagin 12. februar fer Visjónstorgið saman við næmingum úr tekniska skúla og HF at viðgera alheimsgerð, samfelagsbygnað og vælferð.

Strategipappír fyri hesar grundarsteinar eru í løtuni til hoyringar. Formenninir fyri strategibólkarnar leggja fram og síðan verður høvi at gera viðmerkingar, seta spurningar og kjakast um evnini.

Jóannes Eidesgaard, løgmaður, Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum og Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum luttaka.

Visjónstorgið verður sett klokkan 13.00 á Tekniska skúla, við Víkina, Klaksvík.

Skrá:
Kl. 13.00 Vælkomin
Kl. 13.10 Alheimsgerð 
– framløga
– kjak
Kl. 14.00 Samfelagsbygnaður
– framløga
– kjak
Kl. 14.50 Steðgur
Kl. 15.00 Vælferð
– framløga
– kjak
Kl. 15.50 Liðugt

Meira fæst at vita við at venda sær til Jeanette E. Blåsvær, tlf 551042