Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fer ikki at broyta 266b

John William Joensen

Sigur Karsten Hansen, sum í morgun boðaði frá at hann nú er partur av tingmanning Miðflokksins.

Á tíðindafundi í morgun á Sjómansheiminum boðaði fyrrverandi tjóðveldistingmaðurin frá at hann nú er partur av tingmanning Miðflokksins.



– Eg havi altíð verið Tjóðveldismaður og fyrst og fremst loysingarmaður, men tann leið sum Tjóðveldisflokkurin nú hevur avgjørt at ganga er ikki nakað sum eg kann foreina meg við.



– Eg var einasti tinglimur í flokkinum sum atkvøddi ímóti 266B og var hetta ein greiða ábending um hvørja støðu flokkurin hevur í etiskum spurningum.



– Eg má siga at seinastu árini hevur Miðflokkurin ligið sera tætt upp at mínum sjónarmiðum og tí var tað ein náttúrlig avgerð at gerast partur av hesum flokkinum, sum vil standa við tey kristnu sjónarmiðini.







Fer ikki at broyta 266B



Spurdur um hann nú er at arbeiða fyri at lógargreinin 266B verður broytt, segði hann at tað fór hann ikki.



– Eg meti at tingið greitt hevur givið til kennar hvat tingsins vilji er og tí fari eg heldur ikki at arbeiða fyri at fáa lógar greinina broytta.