Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borgarstjórin eisini í Miðflokkin

John William Joensen

Tað var opinlýst at borgarstjórin fegnaðist um avgerðina hjá Karsten, men sjálvur vildi hann einki siga um sína politisku framtíð

Ein av politisku stuðlunum hjá Karsten Hansen í norðoyggjum, Steinbjørn Jacobsen borgarstjóri var eisini millum áhoyrararnar á fundinum á Sjómansheiminum og skilligt var at hann fegnaðist um avgerðina hjá vinmanninum.



Men Borgarstjórin hevur valt einki at siga og framhaldandi er hann tættur sum tunnan.



Men tað er eingin loyna at støða borgarstjórans hevur skapt undran og misnøgd millum flokksfelagar hansara í býráðnum og tí fer neyvan long tíð at ganga fyrr enn ein fráboða kemur frá borgarstjóranum.







Í løtuni hevur miðflokkurin onga umboðan í býráðnum.