Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hondbóltssteypafinalan: Stjørnan – VB 31-29 (16-11)

Oliver Joensen

Hondbóltssteypafinalan: Stjørnan – VB 31-29 (16-11)
Styrkin breiddin og rutinan tryggjaðu Stjørnuni steypið

Tær báðar sterku Simona Petersen og Alina Olaru vístu vegin, og tá tær onkra løtu slakkaðu av, tóku Joan Djordjevic, Durita Kristoffersen, Bára Skaale Klakstein, Una Olsen og allar hinar við, soleiðis at Stjørnan ongantíð slepti endanum men støðugt legði eitt trýst á VB, sum heldur ongantíð megnaði av álvara at hótta Stjørnuna – eisini tí at Agné Masenaite í málinum stóð væl, tá mest um ráddi.



Tað bleiv ein av teimum sannførandi finalusigrunum í kvinnuhondbóltsfinaluni í 2007. Stjørnan var snøgt sagt ov sterk á øllum plássum fyri VB, sum tí ongantíð fekk fatur á Stjørnuni, sum í ár var í tí fjórðu steypafinaluni á rað – eitt prógv um framúr styrki og stabilitet yvir eitt longri tíðarskeið.



Sterkari og

orka betur.


Tað hevur verið sagt nakrar ferðir í vetur, at Stjørnan hevur eina størri likamliga styrki enn hini hondbóltsliðini, og at tær harumframt eisini orka betur, tær eru í betri venjingarstøðu og hava betri konditión.



Av hesi orsøk hava dystir millum Stjørnuna og onnur lið til tíðir verið rímiliga javnir í fyrra hálvleiki og kanska eitt sindur inn í seinna hálvleik, men so er klaksvíkarliðið farið frá mótstøðuliðnum, tí tær halda á í sama høga tempo’i, meðan mótstøðukvinnurnar lúgvast og missa tí takið.



Í ávísan mun var hetta mynstrið í steypafinaluni.



Dysturin var rættiliga javnur í málum so at siga allan fyrra hálvleik – VB var tó aloftast aftan fyri, men kom onkuntíð upp á javnt. Eitt nú var støðan ta einu løtuna 8-8, tá tað leið út ímóti hálvleiki.



Tó er vert at hava í huga, at VB ongantíð kom framum Stjørnuna, og tá hálvleikurin nærkaðist byrjaði ein at síggja styrkismunin á liðunum alt týðiligari, tí áðrenn blást varð fyri hálvleikssteðgi, hevði Stjørnan lagt seg nøkur mál framum, og sum áskoðari kendi ein tað líkasum á sær, at tær reyðklæddu úr Klaksvík høvdu meira eftir at bjóða uppá enn suðuroyarkvinnurnar, hóast tær alla tíðina royndu at stríðast fyri søkini – væl hjálptar av einari sera góðari málkvinnu.



Størri rutinu og

breiðari hópur.


Ein annar eyðsýndur munur á liðunum báðum var breiddin av sterkum og royndum leikarum á liðnum og á beinkinum.



Her hevði Stjørnan greiðan fyrimun, tí samstundis sum fleiri ungar og evnaríkar gentur eru á veg upp á besta liðið, so hevur liðið eina í føroyskum høpi framúr sterka kjarnu av kanska teimum bestu leikarunum, sum eru í føroysku kvinnukappingini.



Agné í málinum, stórar og sterkar leikarar mitt fyri so sum Simona, Alina og Durita, ið bæði verja væl og eru ein skotstyrki í álopspartinum. Síðani Bára, Joan, Una, Anna Kristina +onkran afturat, sum vit helst gloyma her í skundinum.



Hetta eru alt framúr sterkir hondbóltsleikarar í føroyskum høpi, sum helst allar eru í landsliðsflokki.



Í landskappingini fáa tær ungu so nógva leiktíð, sum venjarin metir tær vera ráðiligt, men sum væntað, so helt venjarin seg til tær allar sterkastu í steypafinaluni, sum jú er ein alt ella einki dystur.



Til samanberingar hevur VB eisini fleiri evnaríkar ungar leikarar. Munurin er bert tann, at liðið úr Suðuroyar sunnaru helvt ikki hevur somu breidd av royndum og sterkum leikarum, og venjarin var tí noyddur at manna eitt lutfalsliga ungt lið í steypafinaluni.







Sannførandi sigur



í seinna hálvleiki



Tá liðini komu innaftur á vøllin eftir steðgin, royndu VB-kvinnurnar sjálvsagt at koma sær innaftur í dystin, og tær fingu eisini onkur mál at byrja við, men so at siga hvørja ferð svaraðu stjørnurnar aftur, soleiðis at málmunurin ongantíð minkaði.



Áhugavert var at síggja, hvussu nógvar av Stjørnukvinnunum eru ein skothóttan. Millum annað hetta gjørdi uppgávuna sera torføra hjá VB, sum onkrar løtur royndur at mansverja bæði Simonu Petersen og Alinu Olaru, men til fánýtis, tí so tóku m.a. Joan og Durita bara táttin upp og smekkaðu nakrar bóltar í VB-málð.



So við og við gjørdist greitt, at Stjørnan var ov sterk fyri VB, og tá tað restaðu einir tveir minuttir, og Stjørnan var á odda við 4-5 málum, staðfesti Henrik Gerster venjari sigurin við at skifta nakrar av ungu leikarunum inn á vøllin, so tær eisini fingu høvi at fáa smakkin av eini steypafinalu.



Hetta gjørdi, at málmunurin minkaði nakað men ongantíð so, at sigurin var í vanda, og so varð finalan bríkslað av, og nógvu klaksvíkingarnir tustu inn á vøllin at fagna sigrandi stjørnunum.



Málini hjá stjørnuni skutu: Durita Christophersen 4, Joan djordjevic 7, Alina Olaru 8, Anna Kristina Samson 1, Simona Petersen 8, Una Olsen 2 og Maria við Neyst 1.







HJARTALIGA TILLUKKU, STJØRNAN!!