Umleið klokkan 7:30 í morgun stevndi Norrøna inná góðshavnina í Ánunum og legði at bryggju.
Nógvi vindurin gjørdi at skiparin avgjørdi av at leggja skipið her í Ánunum. Veðrið í Ánunum var gott og gekk tað væl hjá skipinum at koma at bryggju.
Norrøna kom umvegis Bergen úr Hanstholm og fer eftir ætlan til Íslands seinnapartin í dag klokkan 17:00, frætta vit av Havnarskrivstovuni.




