Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Torradagar – eitt mentanartyssi

John William Joensen

Sum øllum kunnugt, so verða Torradagar á fyrsta sinnið hildnir í Føroyum, og verður tað Klaksvíkin sum verður rammin um hesar dagar.

Torradagarnir verða hildnir frá mánadegnum 19. til leygardagin 24. februar og verður tað ein fjølbroytt og spennandi skrá, við ymiskum mentanarligum tiltøkum. Skráin er ikki endaliga løgd, men Norðlýsið hevur lúrt í skánna og kunnu vit tó við stórum yvirskriftum upplýsa, at tað standa fleiri fyrilestrar á skránni, sum so allir hava fisk og hav sum felagsnevnar. Tað verða eisini tveir sjónleikir, umframt at fleiri spennandi framsýningar. Nógv virkir og stovnar lata hurðarnar upp við ymiskum spennandi, umframt at kokkar og matstovur fara at bjóða inn til serligar rættir. Atlantis hevur fingið fatur á fleiri gomlum filmum og fara teir at sýna hesar klassikarar gjøgnum vikuna. Skipa verður fyri marknaðardegi og kjakfundi. Dragin fer at hava opið skip og verða tað nógv onnur spennandi tiltøk. So skjótt sum endaliga skráin er liðug, verður hon lagt út á heimasíðuna hjá Norðlýsinum, umframt at hon kemur í blaðið sum verður borið út í hvørt hús í Føroyum fríggjadagin.

Harleywoodpaint