Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

U21 landsliði fær tað trupult

John William Joensen

Føroyar skuldu møta Kroatia, Aserbadjan, Grikkaland, Albania og Italia í EM undankappingini fyri U21 landslið

Bill McLeod Jacobsen, landsliðsvenjari sigur í stuttari viðmerking at hann hevði vóna eitt betri lutakast, men at tað tó var brúkiligt.



– Eg hevði sett mær tveir listar upp, annar ein ynskisdreymur og hin listin ein marra og tá lutakstið var seinrapartin fingu vit lond frá báðum listunum.

– Eg havi tó góðar vónir og hvør veit um vit ikki fara at megan at fáa eina góða undankapping, men tað er eingin loyna at tey Balkisku londini passa sera illa til føroyingar. Teir spæla skjótan 1-2 fótbólt og tað hevði verið betur við Onglandi, Wales og Íslandi. 



U-21 landsliðsvenjarin er í Stockholm í løtuni har lutakast var um EM undankappingina fyri U-21 landslið.