Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Torradagar í Klaksvík 19. til 24. februar: Hugtakandi fyrilestrar

Norðlýsið

Skipað verður fyri hugtakandi fyrilestrum alla Torravikuna. Í fyrilestrunum verður nomið við mong ymisk viðurskifti.

Skipað verður fyri hugtakandi fyrilestrum alla Torravikuna. Í fyrilestrunum verður nomið við ymisk viðurskifti. Millum evnini, ið fyrilestrarnir viðgera, eru týdningin sum gróður á havsins botni hevur fyri tilgongdina av yngli til fiskastovnarnir og um skynsaman veiðureiðskap.

Bókasavnið
Fyrst av øllum leggur Jóhan Hendrik Winther fyri mánadagin 19. í bókasavninum við fyrilestri undir heitinum “Torri – uppruni og siður”.
Hósdagin verður aftur fyrilestrar í bókasavninum. Andras Mortensen heldur ein fyrilestur um ”Samfelagsmenning og útróður í eldri tíð” og Otto Joensen greiðir frá miðum og ýtum – Søgusmentan

Atlantis
Fleiri fyrilestrar verða eisini í Atlantis. Mánadagin 19. heldur Bjarti Thomsen fyrilestur undir heitinum ‘Skynsamur reiðskapur’. Týsdagin er tað Høgni Debes, ið fer at tosa um ‘Gróður á Havsinsbotni’. Hósdagin er aftur fyrilestur um fiskivinnurelaterað evni, tá Regin Reinert heldur fyrilestur við heitinum ‘Fíggjarligt gott veiðutrýst’

Fyrireikarnir av Torradøgnum siga, at teir hava lagt seg eftir at hava fleir fyrilestrar á skránni, tí at tað hevur stóran týdning at hoyra skilagóðar persónar greiða frá ymiskum fyribrigdum, sum eru viðkomandi fyri okkum í norðuroyggjunum.

Harleyfacadeacryl