Leygardagin spældu B71 og KÍ dyst á Sandi, har KÍ vann dystin 2-0, Tað var Kaj Ennigarð, ið skjeyt fyrsta málið fyri KÍ í ár.
Bara 6 minuttir vóru farnir av fyrsta venjingardystinum hjá KÍ í ár, tá nýggi verjuleikarin úr Gøtu skallaði fyrsta málið fyri sítt nýggja felag. Hetta var á Sandi ímóti B71 leygardagin, har KÍ vann 2-0, eftir at nýggi áleyparin úr Onglandi, Chris Cerroni, hevði skotið eitt mál afturat.
Annað av nýggju liðunum í Formuladeildini er B71 av Sandi, og vøllurin hjá teimum var karmur um fyrsta venjingardystin hjá KÍ í 2007, leygardagin tann 17. februar.
Sum fyrsti venjingardystur kann hesin ikki brúkast sum barometur fyri útlitini hjá liðunum báðum, sum ikki óvæntað skiftu rímiliga nógv út í dystinum og royndu ymiskar liðsamansetingar.
Tó er tað altíð hugaligt at vinna, og fyri KÍ kann tað ikki annað enn vera eitt gott tekin, at málini verða gjørd av nýggjum monnum, tí harvið verður staðfest, at hesir tilføra liðnum nakað eyka.
Kaj Ennigarð er miðverjuleikari, sum við síni stødd altíð er ein hóttan í luftini framman fyri málið hjá mótstøðuliðnum. Hetta fekk hann víst ótrúliga skjótt, tí longu í 6. minutti skallaði hann bóltin í málið hjá B71 eftir eitt fríspark.
At ein verjuleikari skorar má metast sum ein eykavinningur. Hinvegin er málskjóting ein beinleiðis partur av uppgávuni hjá nýggja KÍ-áleyparanum, Chris Cerroni úr Onglandi, sum kann fegnast um, at hann eisini skoraði í sínum fyrsta dysti fyri KÍ.
Sostatt vann KÍ sín fyrsta venjingardyst 2-0.
Fleiri venjingardystir verða komandi dagar og vikur, og Norðlýsið fer at fylgja við og greiða frá hesum dystum.
Sambært www.ki.fo leikar KÍ týsdagin ímóti B68 á Toftum, og leygardagin 24. februar spælir KÍ fyri fyrstu ferð á heimavølli, tá ið B71 kemur á vitjan.




