Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Neystin fyri eyðmýking í KÍ-høllini ídag

Oliver Joensen

Við hálvleiksstøðuni 20-7 til Stjørnuna og einum endaligum úrslitið uppá heili 33-21 til Stjørnuna, vórðu Neistakvinnurnar fyri stórtapi.

Hóast Neistin byrjaði betur í hondbóltsdystinum í bestu kvinnudeildini í KÍ-høllini ídag, so sást skilliga at klassamunur, ja, fleiri klassar vórðu á muni ímillum liðini.
Tað byrjaði so væl hjá Neistanum, tær komu framum 5-3, beint eftir at Stjørnan hevði tikið timeout, men so segði Stjørnan stop, og neistin fekk onki mál aftur fyrr enn Stjørnan var komin upp á 14 mál.
Hálvleiksstøðan gjørdist sum sagt heili 20-7 til Stjørnuna. Og Stjørnan helt áfram inn í seinna hálvleik, eitt skiftið var støðan 30-14 til Stjørnuna.
Venjarin valdi, sum rætt er, at gera nakrar útskiftingar í seinna hálvleiki. Um Stjørnan hevði leikt við sterkastu uppstilling allan dystin, so hevði eyðmýkingin verið enn størri.
Við hesum dystinum í huga í hvussu so er, er ilt at fáa eyga á hvat lið skal koma framum Stjørnuna í kappingini um Føroyameistaraheitið.