Tað hugtók, at síggja hvussu væl Mjølnirleikararnir leiktu í steypafinaluni ímóti ÍF, har nærum alt riggaði.
Tað var hugtakandi at síggja, hvussu væl Mjølnir-leikararnir leiktu í steypafinaluni ímóti ÍF, har servur, blokkur, móttøka, upplegg og smasjir riggaðu munandi betur hjá tí yngra liðnum úr Klaksvík, sum hevur eina sera spennandi samanseting av rutineraðum monnum og sera evnaríkum ungdómi.
Mjølnir-ÍF 3-0 (25-16, 25-21, 25-15)
Har var eingin ivi – Mjølnir vóru helst betur fyrireikaðir, meira uppsettir og spældu betur enn ÍF í steypafinaluni 2007.
Ofta verður sagt – og ofta er nakað um tað – at rutinan hevur sera nógv at siga í dystum, har nógv er upp á spæl, men hóast tað, so leikti unga Mjølnir-liðið munandi meir rutinerað enn fuglfirðingar, sum ikki tóktust finna stevið í hesum dystinum.
Men kanska var tað júst tí, at Mjølnir spældi so skjótt, væl og ágangandi, at ÍF ikki rættiliga kom fyri seg.
Betri servur
Í flogbólti byrja allar duellir við eini servu, og tí ræður um, at hesar verða væl úr hondum greiddar.
Royndi flogbóltsleikarin, Klæmint Isaksen, ið sum var viðmerkjari hjá Kringvarpinum í mansfinaluni, nevndi júst hetta, hvussu týðandi tað er, at tann, ið servar, torir at satsa í síni servu, soleiðis at tað ikki verður ov lætt hjá mótstøðuliðnum at taka ímóti og fara í mótálop.
Her vísti Mjølnir størri dirvi og stabilitet, meðan servurnar hjá ÍF til tíðir vóru heldur veikar og lættar hjá Eyðsteini og teimum at lofta og leggja upp til mótálop. Hetta var sjálvandi ikki alla tíðina soleiðis, og bæði liðini gjørdu eisini sínar feilir í servunum, men samanumtikið lá tað eitt sindur betur fyri hjá Mjølni at serva eitt sindur ágangandi og á tann hátt at leggja trýst á frá byrjan.
Blokkaðu og
vardu betur
Dystirnir millum ÍF og Mjølnir eru ofta javnir og spennandi, og fyrr í ár hava úrslitini eisini verið misjøvn, har bæði liðini t.d. hava vunnið hvør sín dyst 3-0 á heimavølli.
Orsøkirnar til munin á liðinum í steypafinalujni eru helst fleiri, men eitt, sum ferð eftir ferð vísti seg sum ein styrki hjá Mjølni, var framúr móttøkan, har serliga Eyðstein Elttør vísti síni framúr evni og stríðsvilja.
Ja, onkra ferðina hildu bæði vit áskoðarar og frásøgumenninir, at ÍF hevði vunnið eitt stig, men tá hevði Eyðstein ella onkur av hinum mín sann toygt seg 110% og fingið “eina negl” – sum Hilmar Jan einaferð tók til – undir bóltin, so Mjølnir kundi fara í mótálop og vinna ein bóltin fyri og annan eftir.
Eisini blokkurin hjá Mjølni var stinnari og stabilari í finaluni. Til tíðir hevði ÍF eisini góðar blokkar, sum góvu teimum stig, men eisini her var Mjølnir meira støðugt gott.
Hevaðu betur
Tað er ilt at taka einstaklingar burtur úr rúgvuni, men kanska tað ger einki, eftir sum vit her mest nevna teir eldru á liðnum, sum helst tola eitt sindur av rósi.
Ein annar av Mjølnir-leikarunum, sum veruliga vísti sínar dygdir í hesu steypafinaluni, var Bogi Isaksen, ið so at siga altíð er ein sentralur maður á besta Mjølnir-liðnum.
Bogi er nevniliga ein hevari av Guds náði, sum tikið verður til, og kanska var tað mest av øllum á hesum plássinum, at munurin á finalistunum báðum var størstur.
Næstan uttan undantak sótu uppleggini frá Boga perfekt, og so var lagamanni hjá stóru áleyparunum at smekka bóltarnar í gólvið hjá fuglfirðingum.
Her kann leggjast afturat, at Mjølnir til finaludystin hevði ein tann besta kvinnuliga hevaran, sum finst, nevniliga Marjuna Kalsø, ið virkaði sum hjálparvenjari í steypafinaluni.
Smasjirnir
riggaðu bara
Men sum kunnugt er eingin keta sterkari enn tað veikasta liðið, og tí var eisini ógvuliga umráðandi í steypafinaluni, at eisini tann seinasti parturin av álopinum, smasjirnir, virkaðu væl – og tað gjørdu teir eisini.
Tá tað lá best fyri, var tað bart út sagt imponerandi at síggja Vasilev, Josephsen, Syderbø, Jørgensen og hinar ferð eftir ferð hanga í leysari luft og sláa bóltarnar upp um netið, fram við frustreraðum fuglfirðingum og í gólvið hinumegin.
Eitt er, at summir av hesum monnum eru rættiliga hávaksnir, men eitt tað mest hugtakandi hjá flogbóltsleikarum er lopstyrkin, sum ger, at ein ikki endiliga nýtist at vera tann longsti á liðnum fyri at vera ein góður smasjari.
Fyrireikingarnar
vóru eisini 100%
Nú hava vit bara røtt um finaludystin sjálvan, men sjálvandi er tað eisini umráðandi, hvussu eitt lið fyrireikar seg til eina finalu.
Eisini her gjørdu Mjølnir-fólkini sær stóran ómak.
Longu fríggjadagin seinnapartin fór allur hópurin til Havnar, har hann helt til í gistingarhúsinum Skansanum, har liðið eisini búði áðrenn finaluna í fjør, tá Mjølnir vann á Fleyri.
Marjun Kalsø stóð fyri hesum partinum saman við Onnu Múller, soleiðis at leikararnir støðugt fingu góða tænastu og umsorgan, mat og drekka o.s.fr. tað seinasta samdøgrið áðrenn finaluna, samstundis sum teir vandu eitt sindur og høvdu taktikkfundir.
At vera leikandi venjari er sera krevjandi, tí tú skalt bæði vera leikari og samstundis stýra liðnum sum venjari. Vlad Vasilev megnar ta uppgávuna til lítar, men í sambandi við finaluna høvdu tey gjørt ta avtalu, at Trygvi Poulsen skuldi virka sum venjari á síðulinjuni, og Marjun Kalsø sum hjálparvenjari, soleiðis at Vlad kundu savna seg 100% um uppgávuna sum leikari.
Sigast má, at henda skipan riggaði sera væl
Teir ungu leiktu
sum rutineraðir
Kanska tað allarmest positiva við hesum finaludystinum – sæð við Mjølnir-eygum – var, hvussu væl tann yngri parturin av liðnum kláraði seg í einum so krevjandi og spennandi dysti, sum ein finala altíð er.
Her hevði Mjølnir heilt greitt eina størri breidd av yngri leikarum á beinkinum, sum veruliga kundu setast inn á vøllin, uttan at liðið gjørdist veikari – í øllum førum merkti ein einki til, tá skift varð út, at liðið viknaði av tí.
Heldur tvørturímóti komu teir ungu sera væl frá sínum leiklutum – eingin nevndur, eingin gloymdur – og serliga hugaligt var at síggja, at so ungir menn høvdu sjálvsálit at koma inn í eina finalu og uttan himpr at geva seg fult út, um tað so var at koma inn frá beinkinum og næstan við fyrstu bóltrøring at smasja bóltin í gólvið hjá ÍF – flott, flott!
HJARTALIGA TILLUKKU, MJØLNIR – STEYPAVINNARAR 2007!!




