Dyrnar eru opnar baði á Sjúkrahúsinum og á Sjómannsheiminum
Tað gekk ein góð løta á bryggjuni við at telja manningina og tjekka manningarlistar.
Bussarnir eru so smátt byrjaðir at fara og eisini eru tað mong, sum hava tikið ímóti.
Á sjúkrahúsinu og á sjómansheiminum hava tey gjørt súpan til tey sum ikki hava innivist ella sum vóru noydd at bíðja eftir farti.
Harafturat er fitt av útlendingum við Navigator og tí verður eisini eitt uppgáva at finna innivist.
Í lastini hevur Navigator 1417 tons av surimi og 467 tons av mjøli.
Túrurin byrjaði 31. januar.




