Fagraberg og Brimil førdu Atlantic Navigator at bryggju umleið kl halvgun trý í nátt
Hetta er annars met túrur hjá Atlantic Navigator. Tá skipið skuldi taka frá á Pollinum hendi eitthvørt við umstýringini, soleiðis at skipið ikki aktaði boðum, men helt kósina og setti ferðina upp.
Skipið fór á land um hálvgun tíggju tíðina gjárakvøldið, men stoyturin var ikki serliga harður, tí tey sum við vóru føldu ikki nógv til stoytin.
Tað er gott 12 metrar dýpið í klettin har Navigator fór á land á Kunoyarnesi og tí var tað sjálvur forpikkurin sum hvíldi á helluni.
Skiparin bar skjótt at og sendi alt fólkið, sum ikki hevði fyri neyðini at verða umborð, í land. Bátar og skip vóru skjót til hjálpar og tey fluttu fólkið í øllum góðum í land.
Stutt fyri Miðnátt kom Brimil til hjálpar men trupult gekk at fáa skipið av aftur.
Fagraberg (fyrrverandi Krúnborg), sum lá á Fuglafirði kom eisini til hjálpar. Tá so endin á Brimli slitnaði, gjørdu teir eina roynd frá Fagrabergi at fáa fast á Atlantic Navigator, men bráddliga flotnaði skipið leyst av fjøruni og ein løtu lá Navigator og feyk undan vindinum.
Vindurin vaks nóvg út á náttina (upp til 20 m.sek. í hvirlunum) og reyvin á Atlantic Navigator rak inn móti landi. Fyri teir sum vóru umborð á smábátunum sá hetta ógvusligt út tí einu løtuna lá Navigator við síðuni inn móti landi.
Síðani rak skipið út frá landið og at enda fingu teir fast umborð á Fagrabergi.
Fyrst varð skipið tova út á fjørðin har Brimil síðani leygið seg borð at borði og síðan gekk leiðin spakuliga inn á Pollin og norður í Ánirnar.
Skaðin
Enn verður einki sagt um skaðan men tað sæst ikki nakar skaði og hóast flótisperringar vóru lagdar kring Navigator í nátt so hevur hann ikki likið olju.
Atlantiv Navigator hevur 1900 tons av surimi og mjøli umborð, og í morgun eru menn farnir undir landingina.




