Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein høvuðsstaður uttan søgu er ein fátækur høvuðsstaður.

John William Joensen

Allir høvuðsstaðir hava okkurt serstakt, sum er við til at geva býnum eitt serligt eykenni, sum fjálgar um hjá teimum ið búgva har, og sum er forvitnisligt og hugvekjandi hjá teimum, ið vitja.

Í Havn hava vit t.d. Reyn, sum vit errin vísa fram sum ein av elstu uppruna býlingum í Norðurlondum.

Søgan hjá Havnini er tætt knýtt at sjóvinnu og tí virksemi, ið hevur verið av sjóvegis sambandi føroyinga við útheimin. Økið kring Skeiva Pakkhús er partur av hesi søgu.

Vit eru fleiri, sum ímynda okkum hetta økið sum framtíðar savns- og mentanarøki hjá Tórshavnar býi. Økið er fyri ein stóran part longu har í dag við Mullers Pakkhúsi, Skeiva Pakkhúsi, Gamla Hospitali, Fabrikkini, neystinum við Lágukai, og niðara enda har Høga- og Lágakai eru karmar um sluppir og aðrar søguligar bátar.


Gamlalt má ikki altíð fyri nýggjum víkja
Hugburður til gamlar bygningar broytist altsamt við tíðini, og vit síggja í londum kring okkum, at fleiri meira og minni væleydnaðar royndir hava verið við at geva gomlum bygningum nýtt innihald. Í Føroyum eru ikki nógvir stórir, gamlir bygningar. Vit hava tí eina enn størri ábyrgd at gera tað rætta við hesar bygningar. Skeiva Pakkhús er ein av hesum fáu stóru, gomlu bygningum, ið enn standa í einum nøkulunda upprunaligum standi, og sum tí, eins og eitt nú stokkastovurnar og Múrurin, kann vera við til at vísa ítøkiliga, at Føroya søga er annað enn fitt, smá, fátækslig íbúðarhús.


Eitt livandi umhvørvi við søgu og mentan
Vit hava beint nú ein einanstandandi møguleika at varðveita umhvørvið kring Skeiva Pakkhús sum eina mentanarliga samanhangandi eind. Eitt hugnaligt stað, har børn, ung og gomul hava eitt friðskjól mitt í býnum, og har søguligi parturin av okkara gerandisdegi kann gerast ein meira viðkomandi partur av tilvitsku okkara.

Lítið mark er fyri, hvat ber til at endurskapa, men tað kostar ómetaliga nógv, og verður hóast tað ongatíð meira enn ein eftirgerð. Heil umhvørvi ber ikki til at endurskapa. Hetta er eitt nu veruliga virðið í Reyni.

Fyri ferðavinnuna, oljuvinnuna, handilslívið, mentanarlívið, savnsvirksemið, ráðstevnuvirksemið o.t. hevur tað stóran týdning, at kommunan er virkin partur í arbeiðinum at skapa góðar karmar um mentanarvirksemið í býnum.

Fjølbroyttu tiltøkini, sum hava verið í Müllers Pakkhúsi við konsertum og framførðslum av ymiskum slag, hava prógvað, at tørvur er á einum umhvørvi sum hesum í Havnini. Afturljóðini frá gestum og fyriskiparum í býnum hava altíð verið jalig, og stórur gravgangur er eftir at sleppa at nýta húsið.

Ilt er at kapitalisera tað virðið, ið longu liggur í økinum, og í teim karmunum sum hetta økið í framtíðini kann fara at hava. Men eyðsæð er, at hetta er ein møguleiki hjá kommununi at tryggja eitt mentunarumhvørvi á sera høgum støði – eisini samanborið við grannalond okkara.

Eitt møguligt keyp av Skeiva Pakkhúsið snýr seg tí ikki bert um, at kommunan keypir eini hús. Tað snýr seg um at taka eitt týdningarmikið petti av býarsøguni við inn í framtíðina. At vit lata dagin í dag fevna tað farna til áminningar og tað komandi við nýggjum møguleikum. Og er húsið fyrst farið og umbygt til annað endamál, so er tað mist fyri alla framtíð. Tá kunnu tey ikki keypa eitt Skeiva Pakkhús, hvussu fegin tey vilja. Uttan mun til hvat tey tá vilja gjalda.


Heðin Mortensen
Borgarstjóri