Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ÍF vann trygt á Mjølnir

Oliver Joensen

Dysturin ímillum oddaliðini Mjølnir og ÍF gjørdist ikki spennandi fyrr enn seinast í seinasta settinum, men Mjølnir megnaði ikki at vinna á vælleikandi ÍF-liðnum.

Við sigrinum ídag hevur ÍF lagt seg á odda í flogbóltskappingini og liggur nú trý stig frammanfyri Mjølnir. Tað við við øðrum orðum siga, at ÍF bert skal vinna ein dyst afturat, so eru teir føroyameistarar. Mjølnir hevur tó ein teoretiskan møguleika at blandað seg, men so skal gangast illa hjá ÍF.

Settúrslitini vóru 11-25, 15-25 og 25-27. Sjálvt í triðja setti kom ikki spenningur í fyrr en í seinastu løtu, tá Mjølnir megnaði at hálað seg upp á javnt, men ÍF megnaði at koppa endaliga úrslitinum til sín fyrimun.