Harleywoodpaint
Klaksvík
5,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit brúka bert kubban til skráseting

John William Joensen

Dávur Reinert Hansen, stjóri í Norðoyatunnlinum, sigur at teir hava fingið loyvi frá Dataeftilitinum at brúka kubbarnar

– Eg dugi ikki at siga hvussu norsku kubbarnir vera brúktir, men her í Føroyum brúka vit teir bara til at senda eitt signal, sum ger at móttakarastøðin skrásetur hvør tað er og nær viðkomandi hevur koyrt ígjøgnum tunnilin.
– Eg dugi ikki at siga um kubbin sjálvur goymir upplýsingarnar men tað eg kenni til teir eru tað bara vit sum kunnu lesa signalið frá Kubbanum.
– Vit kontaktaðu Dataeftirlitið tá vit fingu okkum hesa skipanina og teir søgdu í stuttum at vit kundi goyma tað sum neyðugt var at goyma av upplýsingum.