Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Telving – KTF trífaldur FM-vinnari: Býráðið heiðraði Klaksvíkar Talvfelag

Hannefía Joensen

Eftir trífalda sigurin í liðkappingini, savnaðust telvararnir hja KTF leygarkvøldið í Skákinum saman við øðrum at fegnast um fantastiska sigurin, og har eisini borgarstjórin kom á gátt og vegna býráðið heiðraði felagið við nøkrum væl valdum orðum og eini viðurkenning til felagið fyri sigrarnar og framúr umboðan fyri býin.

Tað var sjálvandi framúr góður dámur og gleði í Skákinum leygarkvøldið, eftir at Klaksvíkar Talvfelag hevði vunnið ein søguligan, trífaldan sigur í FM-liðkappingini við 100% úrtøku í gulli í øllum deildum, har felagið luttók í vetur.

Komin innar í Skákið, sótu nakrir av teimum tilkomnu telvarunum í hugnaligum práti um eitt talvborð. Steintór Rasmussen, Heini Olsen og Rani Nolsøe vóru júst komnir norður úr Havn og sótu nú og eftirmettu onkur av talvunum frá hesum hendingarríka degi.

Hjá teimum sat Jógvan Ravnsfjall, hvørs partur ikki liggur eftir at hjálpa til og skipa fyri í felagnum – kanska serliga hetta leygarkvøldið, tí formaðurin, Petur Hans Poulsen, var burturstaddur og tí ikki fekk verðið við hendan dagin.

“Hey! Kom inn! Vælkomin! Hini koma skjótt!” o.s.fr.

Soleiðis eru hesir telvararnir. Altíð fyrikomandi og blíðir at koma til. Einki gart men heimligur hugni, meðan hesir talvsnillingarnir bíðaðu eftir, at restin av hópinum skuldi koma sunnan úr Havn, har KTF hendan deiliga leygardagin hevði gjørt bart og var farið við so at siga øllum sigrunum.

So gekk hurðin og Skákið fyltist skjótt við fegnum telvarum, ið so at siga allir høvdu eitt gull-heiðursmerki hangandi um hálsin.

Finnbjørn Vang kom inn berandi tað størsta steypið, og tað var týðiligt, hvussu fegin hann var fyri hendan trífalda sigurin til Klaksvíkar, og sama var sjálvandi galdandi fyri allar hinar telvararnar, avvarðandi og stuðlar annars.

Innar komu eisini klaksvíkingarnir í Havn, sum tó framvegis telva fyri heimstaðarfelagið. Ólavur Simonsen, Terji Petersen og Haldur Suni Johansen vóru sjálvandi komnir norður at fegnast saman við hinum um henda søguliga trífalda FM-sigurin.

Nú ringdi telefonin, og í hinum endanum var formaðurin, ið sjálvandi vildi hava at vita, hvussu gingist hevði, og Tummas Martin Sólsker stóð eisini drúgva løtu og greiddi Petur Hans frá degnum, sum eisini til tíðir hevði verið sera dramatiskur og óvanliga spennandi – gullið til 1. deild varð jú ikki tryggjað fyrr enn í evstu løtu, tá Rani Baldursson sum tann allar seinasti telvarin vann á Jákupi á Rógvi Andreasen.

Skipað varð fyri eini máltíð til telvarar og onnur. Tey ungu fingu pizza og sodavatn, meðan smyrjibreyð og annað gott var til tey vaksnu.



Borgarstjórin heiðari

telvarunum og KTF


Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri legði leiðina í Skákið hetta kvøldið, og tá øll vórðu savnaði í einum rúmi, helt hann eina heiðursrøðu fyri teimum og Klaksvíkar Talvfelagið, har hann m.a. takkaði fyri hetta ótrúliga góða úrslitið, at vinna gull í øll liðkappingunum, har KTF var umboðað.

Borgarstjórin takkaði eisini fyri tað góða arbeiðið, sum gjørt verður í Klaksvíkar Talvfelag millum tey ungu – eitt arbeiði, sum vit hendan dagin eisini høvdu sæð úrslit av, har fleiri ungir telvarar høvdu avgerandi leiklutir í FM-sigrunum hjá Klaksvík.

Her nevndi borgarstjórin Herborg Hansen, ið sambært heimasíðuni hjá Talvsambandinum er tann telvarin í allari liðkappingini 2006/2007, sum hevur tað størstu úrtøkuna: 8½ stig av 9 møguligum. Sera flott, Herborg!

Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri nevndi eisini Rana Baldursson, sum hendan dagin fekk ein sera avgerandi leiklut, av tí at hansara talv var tað seinasta og avgerandi fyri, um FM-heitið hjá 1. deild skuldi til Klaksvíkar ella til Vestmanna. Um Rani tapti ella telvaði javnt, so vóru vestmenningar føroyameistarar, men vann hann, so var gullið og føroyameistaraheitið í Klaksvík 2007 – og tað gjørdi Rani við at seta mótstøðumannin skák og mát við bert fáum sekundum eftir á klokkuni! Sera flott, Rani!

Men mest av øllum er úrslitið hjá Klaksvíkar Talvfelag eitt úrslit av einum ótroyttiligum liðavriki, og borgarstjórin takkaði tí øllum somlum og felagnum fyri eina framúr umboðan fyri býin allan.

At enda varð rópt leingi livið fyri telvarunum og Klaksvíkar Talvfelag, og síðani handaði borgarstjórin vegna býráðið KTF eina viðurkenning, sum Tummas Martin Sólsker og Jógvan Ravnsfjall tóku ímóti.

Jógvan Ravnsfjall segði síðani nøkur orð, har hann takkaði fyri gávuna frá býráðnum, sum hann lovaði fór at verða brúkt til at menna telvingina í felagnum enn meira.