Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hjálp Afrika – eitt lív ein vón

Oliver Joensen

Innsavnan fyri HIV/AIDS-rakt børn í Uganda

Hesa vikun, fram til fríggjadagin, skipa samkomurnar í Kristnastovu í Keypmannahavn og Lívdini í Hoyvík fyri landsumfatandi innsavnan til frama fyri børn, ið eru rakt av HIV/AIDS.



42 milliónir fólk hava HIV/AIDS í dag, av teimum búgva 63% í Afrika. Fýra av fimm smittaðum í Afrika eru kvinnur. Av tí at ein stórur partur av kvinnunum hvørki dugir at lesa ella skriva og ikki hevur somu atgongd til útbúgving sum menn, gerast tær tíðliga við barn. Av 109.200 kvinnum, ið gerast við barn hvørt ár í Uganda, verða 29.484 børn fødd við smittuni.

Foreldraleys børn verða vanrøkt, fáa ikki neyðuga læknahjálp og uppliva kenslulig trauma orsakað av sjúku, einsemi, sorg og sakni.



Peningurin, sum verður savnaður í Føroyum, fer til eitt barnaheim í Uganda, sum liggur í

Kasese økinum.

Heimið Jajja, Kampala, hevur til endamáls at minka um árinið av HIV & AIDS á børn við at veita læknaligar metingar, umsorgan og viðgerð av sjúkum børnum. Eisini vera sjúkrahjálparar og onnur hjálparfólk upplærd til at veita AIDS sjúklingum læknahjálp.

Heimið Jajja varð innstillað til ”best practice” av UNAIDS í 2003.



AIDS kan basast – eisini í Afrika. Tað vísa nýggjastu tølini. Men alt hetta kostar pengar, og tí vóna vit at fólk eru fús at geva.



Átakið endar við tiltøkum í Keypmannahavn og í Hoyvík fríggjadagin.

Samkoman í Lívdini hevur lænt Oasuna í Hoyvík, og ætlanin er at hava eitt tiltak har klokkan 20.30, har samrøða við Bono úr rokkbólkinum U2 verður sýnd á stórskýggja. Tiltakið í Keypmannahavn verður í Føroyahúsinum klokkan 20.30 danska tíð, og skráin har er tann sama sum í Føroyum.



Allir føroyingar kunnu stuðla átakinum við at ringja á telefon 905600 og geva 100 krónur. Eisini ber til gjøgnum Føroya Banka at geva pening til átakið.



Meir fæst at vita við at vitja heimasíðuna: www.kristnastova.dk