Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steinbjørn O. Jacobsen borgarstóri: Nú er gamaní at koma til Klaksvíkskappingina

John William Joensen

Nú merkist, at sólin er komin hægri á luftina, og nú sæst aftur stórur aktivitetur á stadionøkinum. Kvinnur og menn, gentur og dreingir í hundraðtali leggja nógv fyri at gera seg til reiðar til komandi kappingarár, sum byrjar fyrsta dagin.

Tað hevur alstóran týdning at verða tilreiðar á allan hátt, tá kappingin byrjar av álvara.







Ì mong ár hevur Klaksvíkskappingin verið startskotið til fótbóltsárið, har trý tey ovastu liðini landskappingini árið fyri kappast saman við vertinum, KÍ. Her fáa vit eina lítla hóming av, hvussu liðini eru fyri.



Klaksvíkar Býráð hevur hesi árini kappingin latið steypini.



Í ár er gjørt uppaftur meira burturúr, har kappingar eisini eru fyrireikaðar í yngru deildunum, so vit kunnu næstan kalla hetta ein fótbóltsfestival.



Café KÍ er eisini karmur um góða sosiala samveru.



Tøkk til tykkum sum taka tykkum av okkara kæra ungdómi, tit gera eitt megnar arbeiði.







Norðoyatunnilin ger tað smidligari.



Síðani seinastu klaksvíkskapping eru fyritreytirnar broyttar munandi, tí við Norðoyatunlinum er ferðamynstrið broytt, og smidligari er at koma til Klaksvíkar.



Og tá so tað er ókeypis at koyra gjøgnum tunnilin nú leygardagin 10. mars, ja so er lagamanni at fáa nógv burturúr við at vitja í Klaksvík.



Tilboðini tróta ikki, bæði handils- og mentanarliga, hartil er gestablídnið jú stórt.







Klaksvík verd at vitja



Tú skalt nógv ár aftur í tíðina, har býurin var merktur av so stórum virksemi sum nú.



Her verða vinnubygningar í fleirtali bygdir, og útlitini fyri, at enn fleiri nýggir vinnubygningar koma í nærmastu framtíð, eru góð.



Stigtakarar arbeiða miðvíst við eini útstykking á vestursíðuni á Borðoyarvík, har uml. 18 vinnubygningar av ymiskum slag ætlandi fara síggja dagsins ljós.







Vatnland í Svimjihøllini o.a.



Býráðið arbeiðir miðvíst við at útvega frítíðartilboð.



Hóast svimjihøllin er opin fyri almennari svimjing, fer stórt arbeiði fram í parti av høllini, har eitt vatnland verður gjørt, og eftir ætlan skal hetta vatnland takast í nýtslu í apríl mánaði, har bæði børn og vaksin fara at halda sær at gaman.



Klakvíkar Kommuna hevur eisini langtíðarleiga rúmsátt hølir á fyrrverandi Dávavirkinum til tónleikabólkar í býnum. Her er talan um sera góðar og nýmótans umstøður, bæði við venjingarhølum og framførsluhøli, sum verður stjórnað av leiðaranum fyri Virkishúsinum.



Jú, nógv orka verður løgd í at gera trivnaðin í býnum so góðan sum tilber.



Eg vóni, at Klaksvíkskappingin 2007 verður væleydnað. Karmarnir eru í øllum førum í lagi, nú fótbóltsárið 2007 fer av bakkastokki.



Verið hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar.







Steinbjørn O. Jacobsen



borgarstjóri