Harley
Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tórshavn tú Føroya lands miðstøða var ..

John William Joensen

Haldi meg vera rímuliga vísan í, at vit havnarfólk ikki spenna brynguna fram, tá vit á Ólavsøku á Tinghúsvøllinum syngja takkarsongin til høvuðstaðin: -“Tórshavn, tú Føroya lands miðstøða var, tingstaður øld eftir øld -”, sum Poul F í 1952 yrkti.

Vit, sum eru uppvaksin her, og glað fyri okkara bý, vit hava nevnliga frá barnsbeini kent tað sum eina beinleiðis skyldu at røkja høvuðsstaðin og tryggja at hann framvegis er høvuðsstaður fyri allar føroyingar, at hann goymir søguna, trakkar gøtuna, hevur dirvið, áræði og mildni, er hugsjónarríkur og fjølbroyttur. At hann megnar at savna allar føroyingar í eitt fólk.
At vera varðin á leiðini út í heimin og vitin á leiðini heim. Snøgt sagt her skal vera høgt til loft og vítt til veggja.
Framsøgnin sigur, at 50% av øllum ungum í Føroyum vilja búgva í høvuðsstaðnum.

Tað er ikki vanligt at vit fólk í høvuðsstaðnum ganga og bretta okkum á og reypa av at búgva í Havn, men vit er glað fyri at búgva her og tað særi okkum, tá fólk, eitt nú tingfólk, tosa niðursetandi um okkum. Vit eru ikki betri enn aðrir føroyingar, men at vit beinleiðis verða gjørdir til eitt slag av 2. klassa føroyingum, soleiðis sum politiska rákið í løtuni tykist at vilja, er nógv fyri, og má harðliga átalast.
Myndin er greið: at leggjast eftir Havnina er gott latín, gevur atkvøður og kostar onki.
Havnin – blokkstuðulsboppan – har fólki rekst millum húsini og har ríkmannafrúirnar “hygga” sær fyri almennan pening á Hotel Føroyum, er politiska myndin fyrigyklað verður fólki.
Fyrr vóru tað bert einstøk tingfólk, sum førdu slíkt fram, nú eru tað heilir flokkar.
Tað kostar jú onki politiskt – høvuðsstaðarfólkið er bara so tolið.

Gamalt er, at LÌV SKAPAR LÌV – men nú vendir hugtakið soleiðis, at AT DREPA LÌV SKAPAR LÌV.
Í løtuni eru ein øðrgrynna av politiskum uppskotum og atgerðum, sum hava til endamáls at taka búskaparliga støðið undan høvðusstaðnum og tí fólki har býr. Hesar atgerðir eru skilaleysar og tiknar púrasta úr leysum lofti, og eg tori uttan at himprast, at kalla hesar fyri beinleiðis lívdrepandi. Í slíkum atgerðum tykist útrokningar og fyrilit fyri búskaparligum og samfelagsligum avleiðingumals ikki at vera neyðugar, eru at kalla óviðkomandi. Hugflog og politikkur eru nóg mikið og einki er at bíða eftir, atgerðin skal vera avgreidd í stundini – her og nú!
Gongur tað høvuðsstaðnum illa búðskaparliga – so má tað ganga betri alla aðra staðni í landinum.

“ Tøkk fái Havnin og fólki har býr “- kunnu tit bara fara lætt um – men unn okkum tó ein virðiligan møguleika fyri at vera partur av hesum samfelag.
Tað er ikki bara ein spurningur um hvar ein vil liva og virka í Føroyum, men heldur ein spurningur um yvirhøvur at liva í Føroyum. Uttan ein sterkan metropol av einum høvuðsstaði, gerðst tað ikki.

Herfyri fullu orðini hjá mær í løgtinginum soleiðis: – “ Kunnu tit ikki bara lóggeva fyri at tað er forboðið at búgva í Havn?” 


2.

Eg haldi at eg skal grundgeva fyri hví orðini fullu soleiðis:

Demokratiskt undirskot í Løgtinginum.
Vit hava í longri tíð arbeitt við nýggjari vallóg. Ein av høvuðstrupuleikanum í verðandi vallóg er, at høvuðstaðurin er munandi undirumboðaður í Løgtinginum. Øll tingfólk og landsstýrisfólk vit at so er, men hóast hetta, verður onki gjørt fyri at rætta hetta og betra um okkara demokratisku umboðan á tingi – hví?
Er tað ikki tí at avleiðingarnar bara merkjast í Havn?

Skuggakabinettið spøkir aftur.
Nú spøkir útjaðarabólkurin aftur. Hetta er ein bólkur av tingmonnum uttanfyri Suðurstreym, sum hevur til endamáls at røkja áhugan hjá Føroyum minus Tórshavn.
Vit eru jú bara 11 tingmenn ella 33% av tingmanningini, hetta hóast vit umboða meira enn 40% av Føroya fólki.
Hetta er ein vandamikil og vanærulig ætlan – og verður neyvan funnin í demokratiskum lærubókum? Eg veit ikki um flytingin av Strandferðsluni úr Havn sprettur úr hesum bólki – ein kundi tó næstan havt illgruna um tað.
Ongar útrokningar hvørki búskaparligar ella samfelagsligar, liggja aftanfyri avgerðini – bert politikkur og tað er nóg mikið ídag – sektin á avleiðingarnar.
Har ein skriða er lopin er onnur væntandi – hvat verður tað næsta?. Hetta skapar ótryggleika og eigur at steðga ongantíð ov skjótt – her og nú.
Men hví verður alt hetta gjørt? – jú ,avleiðingarnar merkjast bara í Havn!

Strandferðslan tvangsflutt.
Eg má siga at flytingin av Strandferðsluni og handfaringin av øllum málinum í síni heild, er ein gøla. Ongin, sum fæst við vinnu og starvsfólk í hesum sambandi, kundi funnið uppá slíkt. Men kanska er privati vinnuligi førleikin ikki umboðaður í Tinganesi.. Tað er ein politisk avgerð verður sagt, men hvør hevur tikið hesa avgerðina? Eg sitið í Rættarnevndini, sum júst hevur við Strandferðsluna at gera. Eg havi ongantíð hoyrt um málið og havi ongan møguleika fingið til at ávirka avgerðina. Eg bleiv kunnugur við málið tá ein tíðindakvinna frá Sosialinum kunnaði meg um, at Landsstýri beint tá sat og tók avgreðina.
Avgerðin er politisk og tá er – eftir øllum at døma – ikki neyðugt at uppføra seg hampuligt móti fólki. Heldur ikki er neyðugt at hava búskaparligar og samfelagsligar útrokningar og avleiðingar til taks.
Slíkt er ikki Fólkaflokspolitikkur –
men hví – tað kostar onki í atkvøðum, tí avleiðingarnar merkjast bara í Havn.

Sethúsaeigarar uttanfyri høvuðstaðin sersømdir í rentufrádrátti.
Herfyri kom Sjálvstýrisflokkurin við uppskoti um, at tey, ið byggja sethúsa uttanfyri Havnina skuldu fáa serligar sømdir umvegis rentustuðulin. At festa búgv í Havn er dýrt og ivaleyst dýrari enn uttanfyri Havnina, og hava sethúsaeigarar í Havn soleiðis eisini ríkiligt at svara fyri. Men Sjálvstýrisflokkurin heldur at tað er í fínasta lagi at gera henda mismun – hví?
Jú, tí avleiðingarnar merkjast bara í Havn ?

3.

Flutningsgjaldið til Havnar bíligari – høvuðstaðurin skal gjalda gildi.
Almenn partafeløg skuldu reka og gjalda íløguna í undirsjóvartunnlarnar. Brúkarin skuldi so gjalda nýtslugjald. Hetta var boðskapurin. Tíverri hevur eftirtíðin víst at hetta bluff. Nú flyta teir gjøldini yvir á vanliga skattgjaldaran, sum í mestan mun býr júst í Havn.
Ávegis er eitt uppskot, sum avtekur øll gjøld um flutning- tað skal vera frítt at koyra til Havnar og gita hvar peningurin skal koma frá ?
Jú frá einum solidariskum kassa har bileigarin í Havn skal gjalda rokningina.
Og hví –jú, tí avleiðingarnar merkjast bara í Havn.

Inntøkujavnan millum kommunur.
Nú hevur Tjóðveldisflokkurin lagt eitt uppskot fyri tingið um, at tær kommunur sum hava stórstu inntøkurnar og besta búskapin skulu gjalda fyri tær í eru verri fyri.
Ongar útrokningar, hvørki búskaparligar ella samfelagsligar, liggja aftanfyri uppskotið.
Onki krav verður sett til tær minnu mentu kommunurnar – tær skulu bara hava.
Onki verður spurgt um hví, tær hava vánaligan búskap, ongi krøv verða sett um at stýra betri og um effektivari rakstur, ongi krøv um at leggja saman í størri eindir og at hava bygdarráð, skrivarar v.m. Minni mentu kommunurna verða bert biðnar um at leggja seg upp afturá – kekkurin kemur við postinum.
Uppskotið eggjar til ábyrgdarloysi og røkir mátloysi og tekur bæði áræði og virkni frá teimum, sum royna at klára seg.
Hví verður eitt so høpisleyst uppskot sett fram – jú, tí avleiðingarnar merkjast bara í høvusstaðnum.

Má halda uppat.
Hetta óskil má nú halda uppat. Fólk, sum búgva í Havn eru eins góðir samfelagsborgarar og hini. Her býr fólk úr øllum Føroyum, og lat ongan iva vera um, at tey hava ríkiligt av skyldum at svara fyri. Havi hetta í huganum næstu ferð tit leggja ætlanir fyri at svava høvuðsstaðin.,

Skulu tiltøk gerðast, so eigur eitt grundleggjandi kanningararbeiði at vera gjørt, sum m.a. lýsir tær avleiðingum slíkar atgerðir hava við sær.
Eg eri vitandi um og tað vita teir tingmenn, sum leggjast eftir høvuðsstaðnum, eisini, at rættuliga nógv tilfar er framleitt í seinastuni, sum lýsir støðuna hjá kommununum í Føroyum.
Útrokningarnar ganga ikki teimum tingmonnum og flokkum, sum ætla fíggjarligar atgerðir móti høvuðsstaðnum, á møti.
Hvat er so at gera, Jú, Pipar og Salt hevur svarið: “Tað kann gott vera at tú hevur tey betri argumentini – MEN EG SKAL HAVA RÆTT!!
Ímeðan fara vit at rigga høvðusstaðin til at taka ímóti teimum 50% av ungu í Føroyum, sum helst vil búgva her.

Poul Michelsen, løgtingsmaður