Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tak ikki Gerðabø

Oliver Joensen

Viðhvørt gera kommunustýri sítt ýtarsta fyri at útvega byggilendi. Alt gott um tað !

Nýliga frættist, at man hevði fingið eygað á ein grønan teig – Gerðabø. Men lukkuvís fekk hugskotið at avbyggja hesa grønu perlu, við mannahondum dyrkað lendi, vána undirtøku.
Men er hetta ikki bara endurtøkan, altíð at fara málrættað eftir tí lættast atkomiliga – tí slætta dyrkaða lendinum.
Øll vita, hvussu dyrkaði bøurin hevur vikið fyri byggingini, sum stútt og trútt er komin aftaná. Velt varð av nýggjum, og byggingin tók alt eina ferð afturat.

Í Havn og Klaksvík var nógvur bøur dyrkaður. Nú er ikki so nógv eftir. Nevndi hetta spellið fyri einum borgmeistara fyri nøkrum árum síðani. Hann lærdi meg, at í veruleikanum var ótrúliga nógv av grønum økjum eftir, tað sást bara við at hyggja at kortinum yvir Havnina. Rætt var tað, nógv grøn smáøki og bitar eru kring um, men vit tosaðu bara ikki um tað sama. Eg hugsaði um eina hóskandi samlaða vídd, ið kundi gagnnýtast – ikki jarðarbitar til pynt. Síðani hevur tað staðið á konsekvent at taka bø, stórt sum smátt at byggja á. Hugflog og ráðgeving rakk ikki longur.

Í fleiri øðrum landspørtum verður somuleiðis í hesum tíðum gjørt burtur úr at taka bø frá fólki, stór samlað dyrkaði øki til bygging. Tíðin krevur tað, eftirspurningurin er har, og fordómarnir eru nógvir.

Minnist tá tað fyrst í hálvfjersunum bleiv forboðið at byggja fram við landsvegunum. Mikkjal Helmsdal, landsverkfrøðingurin, helt ta linjuna, at tað var óforeiniligt at byggja samferðsluvegir millum landspartar og samstundis lata at brúka hesar somu vegir (landsvegirnar) til “útstykkingarvegir” og frammihjárætt at byggja hjá teimum, sum áttu traðarlendi fram við. Summi skiltu hetta, og summi royndu alt, á ogn sum á leigutraðum, fyri at tey kundu byggja framvið landsvegunum – bara eitt byggiloyvi afturat.
Í dag vildi verið óhugsandi at randa landsvegirnar við húsabygging og fólk hava jú tikið undir við hesum. Nú er hetta sjálvfylgja.

Tað sum omanfyri er nevnt vísir, at har eingin hugsjón er, har heldur alt bara fram uttan mál, og mið og tó eisini, har hugsjóni er: Tað ber til at seta sær mál – har taka fólk undir við tí til felags besta.

Síðani 1972 hava kommunurnar uttan undantak gjørt býarplanir við einum høvuðsendamáli, nevniliga at skaffa grundstykkir, stór grundstykkir. Grammliga er farið eftir tí, sum hevur ligið beint fyri, tí dyrkaða lendinum.
Í Sundalagnum er ferð á, ikki sørt heldur í Vágunum við. Í Runavík og fleiri aðrastaðni er nógv lendi farið til bygging, og bøurin hvørvur við ferð.

Í øllum hesum skundinum mugu vit minnast til, at samanborið við tí sindrið av tøkum nyttulendi, sum er í Føroyum, eru grundstykkini órímiliga stór, og útstykkingarnar alt ov økiskrevjandi.
Tað gamla var annars, at sundurlutaði grundstykki vóru heldur smá, og felagsøkini so mikið størri. Men tað hevur gingist soleiðis, at við heldur nógvari afturvendandi útlendskari vegleiðing í býarplanlegging, er hetta viðvent. Grundstykkjastøddin er nú meira eftir ynski enn tørvi. 500 – 600 – 700 m2 er ein sjálvfylgja. Írokna vit øki til vegir o.t., munnu grundstykki, tikin av dyrkaðum sløttum lendi, fara at tátta upp móti 1500 m2 hvørt. Hetta er einki uttan tankaloysi heldur enn skil og skynsemi. Ikki tí, júst útlendsk býarplansøga veit at siga frá, at kommunustýri klára hvørki at friða nyttujørð ella grøn samlað øki fyri trongdini at taka tey til byggiøki. Tað verður altíð funnin ein góð grund at TAKA slætt høgligt liggjandi lendi. Har er Klaksvík einki undantak.

Havi viðhvørt nevnt, at býarskipan er at seta út í kortið hvat man vil og at taka øll atlit til ikki bara hetta at “skaffa” grundstykkir. Havi ofta nevnt hetta at lata dyrkaðan bø hava frið og heldur byggja og byggibúnað á øðrum lendi í staðin. Men tað hevur ikki kunna latið seg gjørt, ov trupult, varð sagt. Ella viljin hevur nokk ikki verið til annað enn at taka tað, ið liggur beint fyri.
Í dag er bøurin í størru býunum farin, og so er kortini byrjað at byggibúnað á meira grýtutum og hægri liggjandi økjum. Hetta vil altso siga, at man hevur hildið verið seg noyddan at taka dyrkað lendi, tí alt annað var óhóskandi at byggja á.
Men nú bøurin nógvastaðni er avbygdur, hvat hendir so ?
Jú, tað vísir seg at bera til at byggja “aðrastaðni”.

Á Hamrinum á Argjum var óhugsandi at byggja, men ikki so óhugsandi, at nú verður bygt har kortini umframt, at nú er ætlanin at fara undir at byggja í hagalendi við nógv størri nýtslustigi enn gjørt var á tí grøna fagra dyrkilendinum, sum ongantíð kemur aftur. Tað er so eitt framstig.

Í Norra, skilst, er lóg fyri ikki at taka dyrkilendi til ta floymandi húsabyggingina. Í hvussu so er, er har løgd ein forðing ella ein trekleiki fyri at taka landbrúksjørð frá hond til at byggja á. Norra er eitt stórt land, men har hava menn sannað og tikið fylgjuna av, at nyttulendið er tann minni parturin.

Tað man tí vera í tøkum tíma, at vit her heima finna út av at forbjóða, at samlað dyrkað og dyrkingarbart lendi verður avbygt, bara tí tað beint nú er høgligast og sera býligt at taka, fyri síðani, tá tað er farið, at fara eftir tí, sum er næsthøgligast.

Við hjálp frá jarðarkønum ber væl til at flokka lendi í nyttu- og gróðrarvirði, soleiðis at tað sambært reglum kann, og í framtíðini skal, takast við í býarplanleggingarnar, at hava fyrilit til tey lendisvirði, sum enn eru eftir, og sum ongantíð fáast aftur, eru tey fyrst farin.

Tað vísir seg jú, tá bøurin er farin, so byggja vit á grýtulendi kortini og við størri nýtslustigi.
Hví ikki lata so nógv av samlaðum lendi, sum eftir er friðað, um neyðugt, ja við lóg.

Petur L. Olsen