Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tveir týðandi grundarsteinar lagdir undir Visión 2009

John William Joensen

Segði Thorleif Sigurðsson, formaður í Klaksvíkar Ítróttarfelag, m.a. í formannsfrágreiðingini á aðalfundinum fríggjakvøldið

Klaksvíkar Ítróttarfelag er í dag bítt sundur í trí feløg – P/F KÍ høllin – sp/f KÍ (Formuladeildin og 1.deild kvinnur) – Klaksvíkar Ítróttarfelag (Stjørnan, vaksmanna- og ungdómsfótbóltur). 



Fríggjakvøldið var so aðalfundur í móðurfelagnum – KÍ – og har legði nevndin fram roknskap, sum vísti eitt hall upp á tvey hundrað túsund krónur. 



– Hetta hallið stavar fryst og fremst frá umleggingunum av Klaksvíkar Ítróttarfelag í trí feløg. Tað er móðurfelagið, sum í løtuni ber allar felagsútreiðslurnar og tað verður ikki komandi ár, segði Guttom Sørensen, fíggjarleiðari, millum annað. 

Høllin kemur út við einum yvirskotið, sp/f KÍ við einum lítlum undirskotið og samanumtikið hevði úrslitini verið eitt null um feløgini vóru eitt felag. 

– Men í dag hava vit tríggjar væl virkandi og gjøgnum skygdar eindir, sum eru mundandi lættari at stýra og tí er grundarlagið lagt fyri at fáa eitt sunt felag, segði hann. 







Niðanfyri endurprenta vit formannsfrágreiðingina, sum formaður felagsins, Thorleif Sigurðsson helt: 







Formannsfrágreiðingin 







Staðfestast kann at felagið í farna árið hevur lagt tveir týðandi grundarsteinar undir Visión 2009. 







Fyrsti grundarsteinurin
 



var fíggjarligi parturin, har gamla felagið var bítt sundur í tríggjar eindir.



KÍ – høllin er í dag eitt partafelag, sum hevur eina vælvirkandi og ábyrgdarfulla leiðslu, og í samstarvið við hesa leiðslu er felagið farið í holt við at umbyggja kjallaran, soleiðis at felagið har kemur at hava skiftingar-, doping- og dómararúm. 



Raksturin av Formuladeild og 1.lið kvinnur er í farna árið lagt í sp/f KÍ, sum somuleiðis hevur egna nevnd og stjóra. KÍ hevur ræðisrættin í hesum felagnum, við tað at felagið velur tveir av trimum nevndarlimum. 



Eigarar eru umframt felagið – ein blandingur av vinnifyritøkum úr norðoyggjum. Við hesum er eitt tætt samband knýtt millum tann størsta útreiðslukrevjandi partin av felagnum og vinnulívið. 



Eftir í Klaksvíkar Ítróttarfelag eru vaksmannadeildirnar í Fótbólti (fimm lið) og ungdómsdeildirnar á mans og kvinnusíðuni (umleið 30 lið) umframt Stjørnuna. 



Fíggjarligi raksturin hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag gevur eitt hall, sum fyrst og fremst kemur av eykaútreiðslum í samband við umlegging felagsins. 



Harafturat ber Klaksvíkar Ítrótarfelag allan kostnaðin av felagsútreiðslum hjá øllum pørtum av felagnum. Avtala skal gerast við Stjørnuna og sp/f KÍ um hesar útreiðslurnar, og tær samráðingarnar fara at byrjað fyrsta dagin. 



Eisini er stuðulin frá Klaksvíkar Kommunu til ungdómsarbeiði dottin burtur. Øll onnur feløg í býnum fáa eitt nú leiguútreiðslur endurgoldnar frá Kommununi, men ungdómsarbeiði hjá KÍ far í dag bert nakrar fáar krónur í stuðli frá býráðnum. Vit eru í samráðingum við býráði og hevur tað avgerandi týdning at býurin eisini er við til at stuðla, um vit framhaldandi skulu halda høga støði á í ungdómsarbeiði felagsins. 



Hondbólturin hevur traditionelt verið rikin sum ein sjálvstøðug eind í Klaksvíkar Ìtróttarfelag, og miðjað verður ímóti at Stjørnan eisini formliga verður ein sjálvstøðug eind í KÍ. 







Annar grundarsteinurin 



er ítróttarliga menningin og sum formaður fegnist eg um at ítróttarliga er felagið sera sterkt. 



Miðvísa arbeiðið at seta í starv og at útbúgva venjarar er av álvara byrjað at bera ávøkstur, og í dag er einki ítróttarfelag í landinum, sum kann máta seg við KÍ, tá tað snýr seg um at hava ein breiðan hóp av væl útbúnum venjarum og eina venjaraleiðslu, har allir venjararnir hjá KÍ í dag hava hægstu venjaraútbúgving. Felagið rindar allar útreiðslurnar í samband við venjaraútbúgvingarnar. 



Í farna árið hevur felagið sett í starv ikki færri enn tríggjar venjarar, sum allir hava hægstu venjaraútbúgving, at taka sær av ymiskum ábyrgdarpostum:



Eyðun Klakstein, sum hevur A-venjaraprógv, hevur verið høvuðsungdómsvenjari hjá KÍ, men starvast nú sum hjálparvenjari hjá Formuladeildarliðnum, tvs. at Eyðun er næsti maður hjá høvuðsvenjaranum.



Pætur Clementsen, ið somuleiðis hevur A-venjaraprógv, er settur í starvið sum høvuðsungdómsvenjari hjá KÍ, og hevur hann ábyrgdina av øllum ungdómsdeildum í KÍ. 



Fyri at tryggja eina javnari tilgongd av ungum leikarum til fremstu deild felagsins, varð Trygvi Mortensen, sum hevur elitu-venjaraprógv, ið svarar til A-venjaraprógv, settur sum venjari hjá 1. deildarliðnum hjá KÍ. 



Sostatt hevur KÍ eitt toymi av leiðandi venjarum, sum allir hava hægstu venjaraútbúgving. 







Ítróttarlig úrslit



Tað er hugaligt at staðfesta, at KÍ vann flest heiðursmerki í 2006, tá ein telur øll lið við hjá bæði monnum og kvinnum. 







Tilmeldaði vóru heili 34 lið í 2006 og harvið er KÍ størsta fótbóltsfelagið í landinum. 



Tað er fyrst og fremst umboðanin á kvinnu- og gentusíðan, sum dregur KÍ heilt upp á tindin. KÍ vann íalt 13 heiðursmerki. 



1.deild kvinnur vunnu føroyameistaraheitið og steypakappingina. Smádreingir A, Gentur 10-12 vunnu gull. 



Unglingarnir vunnu silvur í lands- og steypakappingini. Smágentur vunnu silvur og pinkurnar vunnu bronsu. Dreingirnir A vunnu silvur í steypakappingini. 



Harafturat fingu fleiri lið góð úrslit í økis- og landskappingum. M.a. vunnu piltar A sína landskapping. 



Hondbólturin hevur havt eitt gott kappingarár og hevur felagið longt sáttmálan við høvuðsvenjaran enn eitt kappingarár. 



Kvinnurnar hjá Stjørnuni eru steypavinnarar og liggja til at vinna meistaraheitið. 



Hjá Gentum 14 ár liggja bæði A og B liðið til at vinna gull í landskappingini. 



Gentur 12 ár hava vunnið bronsu. 











Kí fer ikki at satsa uppá útlendingar fyri at vinna felagnum meistaraheitir.



Vit fara fyrst og fremst at leggja okkum eftir at menna okkara egnu leikarar, men sjálvandi verður framhaldandi brúk fyri útlendingum.



Sálin í Kí verður altíð at sjálvbodna arbeiði, og tí er umráðandi at vit skapa okkum umstøður so felagið í framtíðini framhaldandi fer at hava ein sunnan og góðan gróður.

Harleywoodpaint