Á aðalfundinum fríggjakvøldið hjá KÍ varð Jóhan Lützen valdur í nevndini sum ábyrgdarfólk fyri samskifti
Nevndarlimirnir í KÍ standa fyri valið á hvørjum árið, men heldur ikki í ár vóru uppskot komin inn til nevndarlimir
Næstformaður felagsins, Nichels Lutzen boðaði fundinum frá at hann ikki heldur fram í nevndini. Eisini Guttorm Sørensen, sum er ábyrgdarfólk fyri fíggjarmál, segði frá at hann ikki heldur fram í leiðsluni.
Men tá eigi uppskot vóru til hesar nevndarsessirnar, verur tað upp til formannin at útnevna nýggjar nevndarlimir. Tó røkja teirbáðir Nichels og Guttorm, skyldirnar hjá næstformanninum og fíggjarleiðaranum til aðrir ábyrgdarpersónar eru funnir.
Nýggjur samskiftisleiðari
John William Joensen, sum hevur veri samskiftisleiðari, varð valdur til ábyrgdarfólk fyri Fótbólt og hann boðaði fundinum frá at hann hevði skipað ein leiðslubólk fyri fótbóltin hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag.
Jóhan Lützen var eftir uppskotið frá nevndini valdur sum ábyrgdarpersónur fyri samskifti.




