Klaksvík
5,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Johan Dahl stillar upp ímóti Alfred Olsen

Oliver Joensen

Eftir at tíðarfreistin fyri uppstilling á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum var úti um vikuskiftið, gjørdist greitt at kampval verður um næstformannspostin

Alfred Olsen hevur havt eina serstøðu í flokkinum, síðani hann eftir løgtingssamtykina í 266b málinum, boðaði frá at hann ikki longur var partur av samgonguni.

Hann var sum formaður í rættarnevndini hart ímóti at samtykkja 266b og síðani hevur hann mist allar nevndarsessir av týdningi, sum samgongan hevur í løgtinginum.

Johan Dahl má eisini sigast at vera í eini serstøðu, tá hann eftir at hava tapt fyri Kaj Leo um formannspostin á seinasta landsfundinum, boðaði frá at hann tók seg úr Sambandsflokkinum. Síðani er hann komin aftur í flokkin og nú stillar hann so upp til næstformann.



Stríð um 266b

Av tí at Johan Dahl atkvøddi fyri 266b og Alfred Olsen var oddamaður í stríðnum ímóti 266b, ferð næstformannsvalið i Sambandsflokkinum ikki bert at handlað um persónarnar, men kemur eisini fyri mong at merkja ein innanhýsis atkvøða fyri og ímóti 266b.

Undir øllum umstøðum skuldi hetta borga fyri einum lívligum landsfundið komandi vikuskiftið.