Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjómenn fáa útgjald úr ALS á jøvnum føti við onnur

Oliver Joensen

Ì sambandi við at manningin á Atlantic Navigator er uppsøgd sigur ALS skipanin frá, at møguleiki hjá teimum er at fáa útgjald á jøvnum føti við onnur.

Í sambandi við at manningin á Atlantic Navigator er uppsøgd, vil Arbeiðsloysisskipanin gera vart við,

at sjómenn kunnu fáa útgjald úr ALS á jøvnum føti við onnur, tá vanligu treytirnar fyri útgjaldi

annars eru loknar.

Tey av manningini, ið ikki hava fingið annað starv, tá uppsøgnin tekur við, kunnu tískil søkja um

ALS-útgjald sambært galdandi reglum.

Áðrenn ALS-útgjald kann verða útgoldið, skal ALS hava móttikið eina umsókn frá tí arbeiðsleysa.

Møguleiki er fyri at skráseta seg á www.starv.fo, sum er arbeiðsávísingin hjá ALS á internetinum.



Vinarliga

Arbeiðsloysisskipanin