Ung í MáF skipa fyri skeiði í Eysturskúlanum 27. mars kl. 17 – 20
Ung í MáF skipa fyri skeiði í Eysturskúlanum 27. mars kl. 17 – 20
Hvønn dansin, tær hóvar ella líkar best, um tú ert royndur ella óroyndur, er Jamie Boylan maðurin. Hansara spennandi máti at arbeiða við contemporary dance samansjóðar tað dynamiska arbeiðið á gólvinum og rørslur, sum loysast, spretta og vaksa út í rúmið.
Dámar tær hipphopp, breakdance, ballet, ella dámar tær rætt og slætt at røra teg, so fært tú høvi hjá Jamie Boylan at samansjóða alt tað, sum tú dugur, og at flyta teg ávegis, áfram, gjøgnum hamskifti til broyting.
Ung í MáF skipa fyri dansiskeiðnum, sum verður í Eysturskúlanum týskvøldið 27. mars kl. 17-20. Skeiðið er fyri øll ung millum 15 og 25 ár.
Møguleiki er at tekna seg sum lim í Ungum í MáF. Limagjaldið er 100,- kr. um árið.
Jamie Boylan er onglendingur og hevur útbúgving frá London Contemporary Dance School. Hann undirvísir í løtuni á fleiri ymiskum skúlum í Onglandi, eins og hann dansar í Aletta Colins Dance Company og Arty Physical Intelligence.
Í Føroyum er Jamie Boylan best kendur sum dansari í føroysku operuni “Í Óðamansgarði”.
Meira um Jamie Boylan á: www.artyphysicalintelligence.co.uk
Kostnaður fyri skeiðið: 200,- kr.
Tekning hjá MáF í seinasta lagi mánadagin 26. mars 2007.
Tey, sum vilja vita meira, kunnu venda sær til Birnu Heinesen, næstformann í Ungum í MáF,
á tlf. 222443 ella birna@hotmail.com – ella til skrivstovuna hjá MáF, tlf. 315624, maf@maf.fo.




