Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VB kvinnurnar tevja gull

Oliver Joensen

Dysturin í Vági endaði við einum 20-16 sigri til VB á Stjørnuni, so sigast má, at VB skvinnurnar nú rættuliga eru farnar at tevja gullið.

Heimildarmaður okkara í Vági sigur, at hetta var vánaligasti dysturin hann hevur sæð Stjørnuna leikt tvey tey seinastu árini. Als onki riggaði hjá Stjørnuni og upp undir endan gjørdist dysturin sera rótugtur, harafturat varð fílst á dømingina.

Men samanumtikið verður sagt, at Stjørnan ongantíð rættuliga kom ígongd og alt riggaði hjá VB.

Tillukku til VB, nú eru gullmerkini rættuliga nær.

Skal Stjørnan gera sær nakrar vónir, so skal dysturin í Klaksvík vinnast, tað er eitt ósvikaligt krav, so nú er tað Stjørnukvinnurnar, sum standa við rygginum ímóti múrinum.





13. min. í seinna hálvleiki

VB á odda 15-11

Alt riggar hjá VB kvinnunum, og stjørnan fekk fyrsta málið í seinna hálvleiki tá 13. minuttir vóru leiktir.

Nú eitt lítið korter er farið av dystinum, hevur VB lagt seg rættuliga á odda. Ikki fyrr enn í 13. minuttir av seinna hálvleiki, fekk Stjørnan fyrsta málið í hálvleikinum.



Tað sýnist sum um allar brenna tá Stjørnan skjýtur ímóti málinum, imeðan VB hinvegin megnar at skora, so í løtuni sær Stjørnan ikki út sum vinnari av fyrra finaludystinum.







Hálvleikur



VB á odda 10-8 í hálvleikinum.



Tað leikar hart á suðuri í Vági, eftir at liðiðni hava fylgst, tók VB seg nú framum uppundir hálvleik



VB gevur Stjørnunu sera harða mótstøðu suðuri í Vági í dag, og heimildarmaður okkara sigur, at sum sær út í løtuni, so verður hetta ein bardagi til seinasta bríksl. Stjørnan hevur brent alt ov nógvar málmøguleikar, eisini brotskøst og harafturat verður fílst á tempoið í dystinum.















16. min leiktir







Tað gongur javnt á suðuri í Vág








VB og Stjørnan leika fyrra finaludystin í Vági. Nú 16 minuttir eru leiktir er støðan javnleikur 5-5.







Heimildarmaður okkara í Vági sigur, at tað sýnist sum um bæði liðini hava nakað av nervum, tí tær gera sera nógvar tekniskar villur.







Higartil hava liðini bæði fylgtst, so enn hevur so at siga eingin málmunur verið.