Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan basti VB í seinna finaludystinum

Oliver Joensen

Tað var lagt upp til ein spennandi dyst í ítróttarhøllini í Klaksvík ídag, og áskoðararnir fingu eisini spenning fyri peningin.

Hóast Stjørnan so at siga allan dystin lá frammanfyri, so gav VB Stjørnuni harða mótstøðu og ein hevði varhugan av at alt kundi henda, tí ongantíð var munurin á úrslitinum stórur.







Fyrri hálvleikur endaði við einum teprum 13-12 sigri til Stjørnuna, eftir at liðini høvdu fylgst teir seinastu 10 minuttirnar av hálvleikinum.







Sigast má, at verjan hjá Stjørnuni stóð sera stinn, og VB hevði ilt við at koma ígjøgnum, Stjørnan hevði tvey mál í yvirvág mest sum allan seinna hálvleik og ikki fyrr enn tá einir 20 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, byrjaði VB at missa takið.







Dysturin endaði við einum 25-21 sigri til Stjørnuna.







Nú er lagt upp til eina spennandi triðju finalu í KÍ-høllini ímorgin kl. 15.00.







Høllin var stúgvandi full av fólki ídag, so roknast má við, at skal ein fáa sitipláss ímorgin, so ræður um at møta tíðliga upp.