Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan hevur evnini frá pápa og Kjølbro

John William Joensen

sigur ein stoltur Hans Jakki hjá Dáva, sum í kvøld eins og flest onnur í Føroyum fylgir abbasoninum í sjónvarpsending úr Íslandi.

82 ára gamli Hans Jakki Joensen, vanliga nevndur Hans Jakki hjá Dáva, fylgdið spentur við í íslendsku sendingini – X-Factor. 

Tónleikurin annars var ikki júst tað sum fall best í oyrini á abbanum. 

– Okkurt betri kundu teir havt at bjóða fólki, var ein viðmerking, tá okkurt undirhald var á skránni. 

Men tá kappingarneytarnir royna seg, spílar hann oyrini út, og stilt er, sum í grøvini inni í kamarinum tá Jógvan er á pallinum. 

Spurdur um hann heldur at Jógvan fer at vinna er hann ivasamur 

– Duettin Hara syngur sera væl, so tað verður trupult hjá Jógvani at vinna, sigur Hans Jakki. 

– Nei, eg haldið at Jógvan er nógv betri, sigur Anna, kona Hans Jakku, sum situr undir liðini á honum og fylgir spent kappingini. 

Hvørjum hevur hann góðu sangevnini frá? 

– Pápi (Dávur í Gerðum) og Kjølbro vóru framúr góðir kvøðarar. Teir eldru mennirnir plagdu at taka til at einki skil var á dansinum fyrr enn teir komu í stovuna. 

– Vit vóru eisini nógv ung fólk í húsi á Vágsheygnum og har var altíð tónleikur. Serliga beiggi mín Jóannes dróg nógv ung fólk við inn at syngja og spæla. 

– Annars hevur hann óivað góð sangevni frá pápa ættini úr Árnafirði. 

Hevur hann ikki sangevni frá tær? 

– Noy! – Tað haldið eg ikki, sigur Hans Jakki avgjørdur. Men hann var annars í mong ár partur av Betesdakórinum og eisini hevur hann sungið solo inn á plátu, sum er framleidd í Betesda, so sørur er abbin nokk ikki. 

Tá vit fóru út aftur frá Hans Jakka og Annu á Vágsheygnum í kvøld, var kappingin framvegis ikki avgjørd, men abbin ætlaði at sita upp til úrslitið gjørdist greitt. 

Hann hevur eisini fylgt abbasoninum í innleiðandi sendingunum, men helt at tær vóru í so seint á kvøldi.

Harleywoodpaint