Fyri nøkrum døgum síðani fóru fleiri skyldfólk úr Klaksvík til USA at vitja familju í Texas.
Tey hava biðið okkum heilsa heima og vístu okkum á heimasíðuna hjá Texas Rangers, har felagið hevði lagt myndir av teimum út á heimasíðuna. Umframt at hava verið til baseballdyst, hava tey eisini verið til Rodeo og hava vitjað á Cape Canaveral.
Tey lata væl at túrinum higartil og vænta sær nógv av døgunum sum koma.
myndir: www.texasrangers.com




