Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jóannes Eidesgaard er fínur erstatningur fyri Drotningina

John William Joensen

sigur Óli Breckmann, nú tað er greitt at samgongan er samd um at kirkjan verður yvirtikin á Ólavsøku og Løgmaður verður yvirhøvdið

– Tað sum hevur stórsta týdningin fyri meg er at Kirkjan verður yvirtikin nú.



– At so løgmaður gerst yvirhøvd kirkjunnar er natúrligt, tá hugsað verður um at hann í tign annars er fremst í hesum landinum saman við løgtingsformanninum.



– Eg haldi heldur ikki tað verður nakar trupuleiki fyri Jóannes Eidesgaard at skula seta bisp í starv tí eg trúgvi ikki at hann fer at hyggja eftir hvønn flokk viðkomandi hoyrir til.







Jóannes ein góður Løgmaður



Óli Breckmann heldur fast um at Jóannes Eidesgaard er ein góður galliónsfigurur hjá Fólkakirkjuni.



– Jóannes hevur duga sera væl at vera ein yvirornaður løgmaður og tí er eingin bangin fyri at hann fer at stýra kirkjuna í smálutum.



– Hann er sera lítið umstríddur og tí haldi eg at hann er sera væl fyri at taka yvir leiðsluna frá Drotningini á Ólavsøku.