Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Súni og Drotningin

John William Joensen

Súni Vinther og drotningin eru fødd sama dag, og um hetta veit Jógvan E. Ósá eina stuttliga søgu at fortelja

Súni Vinther og drotningin eru fødd sama dag, so Súni hevur eisini føðingardag í dag. Tillukku Súni.

Í samband við hettar, haldi eg at eg fari at fortelja eina nokk so stuttliga søgu. 

Fyri nøkrum árum síðan komu Súni og ein danskur kriminalmaður, Jens Bigum, ið arbeiddi í Føroyum eitt stutt skifti í samband við eina sak (hann var frá Reiseholdet), saman inn á Politigarðin í TN til arbeiðis. 

Danin leggur merki til, at Dannebrog veitrar og sigur hettar við Súna.
"Ja" sigur Súni", " tað er tí, at drotningin hevur føðingardag".

Tað visti Bigum ikki og enn minni, at Súni hevði føðingardag. 

Komnir inn á støðina, tóku øll í hondina á Suna og ynskti honum tillukku. 

Bigur skilti onkið av hesum og stóð bara og hugdi. 
"Ja, men, hvorfor gør I det"? 

Ein gløggur starsfelagið var til staðar og "loftaði" tí. 

"Jú", segði hann, "her í Føroyum hava vit tað uppá tann máta, at tá ið drotningin hevur føðingardag, so ynskja vit øll hvørjum øðrum tillukku við drotningini". 

Tað helt Bigum vera sera vakurt og rann upp til fútan, ið tá húsaðist á ovaru høddini í J. Broncksgøtu, leyp yvir til hann – (fútin, Nepper, sat so fittur handan skrivstovuborði) og segði: "Tillykke med dronningen" tók fast í hondina á fútanum og risti hana til. 

"Øh – oh, jo tak, jo tak" segði fútin og hugdi ikki so líti bilsin uppá hann. 

"Det er en smuk skik I har på Færøerne", segði danin. 

"Øh – øh .- hvad for en skik", spurdi Nepper. 

"Det dér, at I ønsker hinanden tillykke med dronningen, da hun har fødselsdag. Det synes jeg er meget smukt. Det gør vi ikke i Danmark". 

"Den skik kender jeg ikke", segði Nepper. 

Bigum bleiv nú greiðir yvir, at hann var tikin við nøsini, men hann bleiv ikki óður, men flenti við tárum, tá ið hann kom niður aftur og segði: 
"Det er rigtigt god gas – det er god gas". 

Hann gloymir ongantíð tann dagin – og tað gera vit heldur ikki.

Tá ið Bigum legði frá sær vegna aldur, var eg so heppin, at eg var staddur í Keypmannahavn so eg fór til fráfaringar borðhaldi hjá honum í Rejseafd. 

Har vóru nógv fólk saman komin og sjálvandi kundi eg ikki tiga, men mátti siga teimum hesa søguna og tey flentu óført og mest Bigum: 

"Ja, de færinger. De kan rigtigt tage gas på os danskere" og hann flenti við tárum. 

Jógvan E. Ósá

Harleywoodpaint