Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Berin, Sjálvhjálparbólkar fyri børn og ung

Hannefía Joensen

Nú byrja vit aftur við nýggjum sjálvhjálparbólkum fyri børn og ung, sum hava
mist foreldur ella systkin við deyða. Aldurin fyri luttøku er frá 8 ár og uppeftir.

Bólkarnir eru ætlaðir, sum ein hjálp til at fáa ein liviligan gerandisdag. Bólkarnir eru ikki ætlaðir sum kreppuhjálp. Tí skal nakað vera umliðið, síðani avvarðandi doyði.

Børn og ung, sum hava mist foreldur ella systkin fyri fleiri árum síðani, hava eisini havt gleði av bólkunum.

Bólkarnir eru býttir upp eftir aldri, og verða tað tí tilmeldingarnar sum avgera, hvørjar aldursbólkar vit hava komandi skeið. Tað kostar 300 kr. fyri hvønn.
Tey, sum vilja verða við, vera biðin um at siga frá sum skjótast. Tað kann gerast hjá Jóngerð Poulsen á tlf. 316419/227074 ella við T-posti: jongerd.poulsen@skulin.fo

Sum nakað nýtt, kunnu vit nú eisini bjóða foreldrum, sum hava mist børn, í sjálvhjálp-arbólk. Kostnaðurin er 1000 kr. fyri hvønn.

Tey, sum vilja verða við, vera biðin um at siga frá sum skjótast hjá Kathrinu L. Joensen, tlf. 279667 ella við T-posti: kathrina.lindenskov.joensen@skulin.fo