Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórsligin ferðafólkahavn byggjast í Tórshavn

John William Joensen

Fyri tveimum mánaðum síðan vóru býráðslimir í Havn kunnaðir um ætlanir um at gera Tórshavn til eina ferðafólkahavn.

Tað hevur ikki eydnast okkum enn at fingið fatur á borgarstjóranum, men sum Norðlýsið skilir, so hevur málið ikki verið á skránni í teknisku- ella fíggjarnevndini hjá Tórshavnar býráð.
Tó eru býráðslimir kunnaðir um ætlanirnar fyri tveimum mánaðnum síðan.

Stórar visiónir
Í høvuðsheitunum eru ætlaninar at Kollafjørður skal vera ídnaðar- farma- og bingjuhavn, meðan Tórshavn skal gerast til ein miðstøð fyri ferðafólk.
Sum Norðlýsið skilir eru ætlanirnar ítøkiligar og kostnaðurin fyri alla verkæltanina eru á støði við Stóru Tjørn.