KÍ vann eftir umdyst 4-1 í Gøtu, tað var Gunnar Nielsen, ið skoraði seinasta málið.
Men tað kostaði dýrt. Kaj Ennigarð hevur helst fingið stóran skaða. Leon Bjartalíð kom ikki inn aftur eftir harða tackling og ein gøtumaður fekk gula kortið eftir at Høgni Madsen, sum kom inn fyri Leon eisini var sparkaður niður.
Men alt í alt ein stórur sigur til KÍ, 4-1 og KÍ er víðari í kappingini.
KÍ lagt seg á odda 3-1
Eftir at Harley sendið ein bólt inn fyri málið hjá GÍ, legði Poul Clapson seg niður og heilfluktaði í netið hjá GÍ. Og Harley skoraði minuttin seinni sjálvur.
Tað hava higartil verið møguleikar hjá báðum liðum at skorað, men Kí hevur verið raskari at brúka møguleikarnar. Beint eftir at Clapson hevði skorað, varð eisini Leon Bjartalíð feldur í harðari takling. Eftir at Kí hevði givið bóltin upp, fekk Harley bóltin uttanfyri 16 meturin og knallaði hann í netið til 3-1. Leon Bjartalíð verður viðgjørdur av læknanum júst nú og er enn ikki komin innaftur.
Kaj Ennigarð borðin út á børu í Gøtu
Nú 10 minuttir eru farnir av fyrru helvt av umdystinum í Gøtu, verður Kaj Ennigarð borðin út á børu og inn fyri hann er komin Julian Samuelsen.
Sagt verður úr Gøtu, at tað var ein ógvuslig takling, ið Kaj var úti fyri. Um dystin verður sagt, at higartil hevur GÍ havt ein 100% møguleika fyri opnum máli, men bólturin varð headaður ímóti málinum og fór uttanfyri.
Umdystur í Gøtu
Í steypadystinum í Gøtu var støðan 1-1 eftir vanliga leiktíð, og tí er neyðugt við umdysti uppá tvær ferðir 15 minuttir.
Tá leið nakað út á seinna hálvleik, kom KÍ meira fyri seg, og hevur havt yvirvág í spæli nú upp undir endan av vanligu leiktíðini. Eisini hevur KÍ havt fleiri vandamiklar atsóknir á málið, uttan tó at hetta hevur givið nakað, sostatt verður umdysturin nú bríkslaður ígongd.
KÍ hevur javnað í Gøtu
Nú uml. 20 minuttir eru farnir av seinna hálvleiki, er støðan 1-1 í Gøtu ímillum KÍ og GÍ.
KÍ fekk eitt hornaspark. Hetta skjeyt Heðin og Símun Joensen stútaði í netið til 1-1.
Úr Gøtu verður sagt, at tað tó framvegis er GÍ, sum hevur yvirvág í spæli.
Hálvleiksstøðan
GÍ á odda 1-0 ímóti KÍ í Gøtu
Í løtuni spæla GÍ og KÍ í Gøtu. GÍ hevur í fyrra hálvleiki lagt seg á odda við einum máli. Seinni hálvleikur er júst byrjaður.
Úr Gøtu verður sagt, at vindurin hevur darvað spælinum nakað. GÍ hevur havt undanvind í fyrra hálvleiki og hevur verið neyvari í sínum álopum. Vit frætta at tað er GÍ sum hevur havt yvirvág í leiki higartil.




